Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 51

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 51
Um navnaliðin =inga í nøkrum staðanøvnum í Suðuroynni. Eftir Mortan Nolsøe. í einstøkum samansettum staðanøvnum í Suðuroynni hava vit ein navnalut =inga, =inga= [njga], sum ikki kann hava sama uppruna í øllum førum, men má viðhvørt hýsa einum eftirfesti (suffiksi) og viðhvørt einum sjálvstøðugum staða* navnaorði. Aðalevni okkara í hesum greinastubba er at vísa á nøkur staðanøvn av seinna slagnum, men áðrenn vit fara í holt við tey, skulu vit siga eitt sindur um nøkur staðanøvn av fyrra slagnum. Hitt nýføroyska eftirfestið -ing hevur dupultan uppruna og er sprottið av tveimum norrønum eftirfestum *ing og -ung, sum bæði nú hava sama framburð [njg] í Suðuroyar* máli.1) Sum dømi uppá at norr. eftirfestið =ing kann vera ein partur av =inga= í einum staðanavnaliði, vilja vit nevna hesi staðanøvnini úr Hvalbø: Villinga=berg, =gjógv, =nøs, =tangi, sum navnagávuni viðvíkjandi hoyra saman.2) Fyrra navnaliðin Villinga=, sum í allari Suðuroynni hevur fram= burðin [villnjga®] og ikki [vidliijga*],3) kenna vit eisini í staðanøvnum úr hinum oyggjunum, og Chr. Matras setir >) Viðv. =ing og =ung í eldri og nýggjari føroyskum, sí: M. Hægstad: Færøymaal, s. 92 og Merkn. 453 s. 93. 2) Sbr. FKortl., M. 43. (FKortl. = Færøernes Kortlægning). 3) Svabo skrivar kortini altíð Vidlinga«, sí: Indb., s. 1364 og 1378. — Broytingin 11 > dl er ikki farin fram altíð í Suðuroyarmáli sum annars í føroyskum, og sum dømi kunnu vit taka orðið kjallari [tsallare].

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.