Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 62

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 62
68 Strandarrætturin i Føroyum tá havið aðrastaðni í Norðanlondum verður nevnt allmenn* ingur.1) Orðið allmenningur er her vissuliga nýtt í týdn* inginum eitt øki, har eingin hevur serrættindi, men sum er til nýtslu fyri alt fólkið (fornm. almenni). Henda uppfatan er tó neyvan hin upprunaliga. Uppruna* ligari hugsan um ognarrætt man tað hava verið, at eins væl og at eiga jørð, bar til at »eiga« ávís fiskimið á havinum, soleiðis at tey vóru friðlýst einstøkum fólkum, t. d. eini bátsskipan, einum garði, eini bygd, o. s. fr.2) Henda upp* fatan hevur nógvastaðni hildið sær langt fram í tíðina.3) Heldur ikki í Føroyum hevur henda áskoðan verið ókend. Tað var vanligt, at hvør oyggj ella hvør bygd hevði síni fiskimið,4) og ofta vóru hesi sonevnd loynimið,5) og roynt varð at dylja tey fyri øðrum. Dømi eru um, at roynt hevur verið at kanna sær einkarrætt til ávís fiskimið.6) !) Sbr. Rynning s. 78. 2) Sí G. Heber I, s. 24-25. 3) Sí t. d. ta hjá Rynning s. 287—88 umrøddu søk frá 1869, har nakrir garðar við Romsdalsstrondina høvdu býtt fiskimiðini sínámillum. 4) Sí um hetta hugtak: Svabo s. 313—41 og Landt s. 386—87. Eitt yvirlit yvir tey mið, ið søkt vórðu úr Klakksvík, stendur í bókini Bø* leiðin eftir Robert Joensen. Svabo hevur s. 322—41 eitt yvirlit yvir mið uttan um allar Føroyar. 5) Svabo s. 316, sbr. eisini Jóan Chr. Poulsen s. 61—62. 6) Hjá Daniel Nolsøe s. 2 verður sagt, at »garðar fyrr á døgum hava ognast fiskimið.« Eitt annað dømi verður nevnt í einum amtsskrivi 19. mars 1840 (avritabók S. nr. 657), har tað sæst, at Hvannasundsmenn hava spurt amtið, um teir høvdu ikki einkarrætt til at seta fiskigørn uttan fyri bygdina, og um teir kundu ikki banna øðrum at gera tílíkt uttan við teirra loyvi. Amtið segði nei til báðar spurningar. Nakað tey somu viðurskifti verða umrødd í einum dómi 28. juni 1858; av honum sæst, at ein handilsmaður í Klakksvík hevði stevnt eini bátsskipan í Ánunum, sum millum norðastu landoddar á Kunoynni og Viðoynni høvdu tikið línu hansara upp og kappað hana, so handils* maðurin misti 500 favnar, 144 húkar við útgerð, eitt flot og 20 søkk. Bátsskipanin umbar seg við, »at de vare harmfulde over, at de, som hidtil ofte havde fisket paa det nævnte Sted og stedse med godt Ud« bytte, denne Gang paa Grund af, at de andre havde fisket sammesteds med Langline, intet havde faaet, og at de for at forhindre dette for

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.