Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 69

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 69
Stranđarrætturin í Føroyum 75 føroyskum viðurskiftum,1) somuleiðis sum tað yvirhøvur ofta — tá málberingin hevur verið donsk — er nýtt, tá ið talan hevur verið um strandarrættindi í Føroyum, gerst neyðugt at kanna eftir, hvat ið vit skilja við »forstrand« eftir donskum rætti, og síðani hvønn týdning orðið hevur, tá ið tað verður nýtt um føroysk viðurskifti. »Forstrandsretten« verður í Danmørk yvirhøvur sagdur at vera rætturin til at ognast harraleysar lutir, ið reka upp í fjøruni, og til at ognast lutir á sama stað, aftaná at tað er lýst upp við tíðarfreisti.2) Munurin millum »forstranden« og tann partin av sjóøkinum, ið liggur beint uttan fyri hana, er tí bert tann, at harraleysir lutir, ið funnir verða í fjøruni, eru ogn hansara, ið fjørurættin hevur, meðan finm arin eigur teir, ið rekast á hinum partinum av sjóøkinum.3) Fyri skipbrotsfæ geldur, at verður tað funnið í fjøruni, er tað ogn hansara, ið fjørurættin hevur, um so er, at eingin boðar frá, meðan tað á hinum partinum av sjóøkinum van* liga fer til ríkið.4) Munurin millum fjøruna og hin partin av sjóøkinum er tó av lítlum týdningi, tá ið talan er um *) Síðst í dómi Østre Landsrets frá 26. juni 1959 um sandtøku í Kaldbaksfirði; meira um hetta seinri. 2) Juridisk ordbog s. 57, sbr. Torp s. 23, viðmk. 27. 3) Sbr. I. E. Larsen II, 1 s. 285, Torp s. 196, Vinding Kruse I, s. 438 og lllum II, s. 4, ið allir halda, at harraleysar lutir, ið reka upp í fjøruni, ognast tí. ið fjørurættin hevur. Torp og Illum vilja tó halda, at fjørurætturin bert er galdandi, tá ið talan er um virðislutir. Tað er tó kanska ivingarsamt, um henda uppfatanin er bein. Vanliga verður hildið, at rav, ið rekur upp í fjøruna, er ogn finnarans, men grundirnar fyri tí eru sambært kancelliskrivi 4. januar 1840 og hægstas rættardómi í U. f R. 1871, s. 439 tær, at rav kann ikki haldast vera »vrag«, og av hesum kann kanska útleggjast, at fjørurætturin bert um< fatar »vrag«, soleiðis sum tað hevur komið fyri gjøgnum tíðirnar, t. v. s. vanligt skipsrov og skipbrotsfæ, somuleiðis størri fisk og hval, sbr. Jútsku lóg III—62. Eisini kann verða víst til ta eldru uppfatanina av strandarrættinum sum »vragret«; men her verður tað ov drúgført at koma nærri hesum spurninginum, sum ongan týdning hevur fyri før= oyskan rætt. 4) Sbr. tær greiniligari reglurnar í lóg nr. 85 frá 30. apríl 1909 § 4.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.