Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 73

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 73
Strandarrætturin i Føroyum 79 grannastevnuviðtøku um sandtøku, har orðið »forstrand« varð nýtt, verður eisini hildið, at »forstrand« er tað sama sum fjøra.1) Tað er eisini í hesum týdninginum, at orðið »forstrand« er nýtt í áðurnevnda dómi Østre Landsrets 26. juni 1959, ið nærri skal umrøðast seinri. Men fjøran er eins og »forstrand« nakað, ið óvist er. Tað er greitt, at fjøran er tað, ið turrleggur á fjarandi sjógvi, men av sjálvum orðinum fjøra kann einki avleiðast um hennara nágreiniligu mark, um tey skulu setast eftir dag* ligari háflóð ella háfjøru ella eftir hægstu flóð og hægstu fjøru í mysing, ella kanska eftir øðrum linjum.2) Tað finnast ongar lógarviðtøkur um fjøruøkið í Føroyum eins lítið og tað finnast lógarreglur um hvussu langt »for* strand« røkkur í Danmørk. Har er tað, sum áður nevnt, markið fyri »forstranden« inneftir, ið hevur týdning, og tað finnast fleiri dómar um henda spurning, meðan tað helst ikki finnast dómar um markið fyri »forstranden« úteftir. Her í Føroyum er tað ytra fjørumarkið, ið størstan áhugan hevur, og tað finnast eisini dómar um henda spurning. Ansurin hevur ikki verið so stórur fyri innara fjørumark* inum, og um tað finnast eingir dómar. Seinri skal verða nevnt, at eisini innara fjørumarkið hevur ein vissan týdning. Teir dómarnir, ið feldir eru um ytra fjørumarkið, við* víkja allir spurninginum um rættin til sandtøku. Sum áður nevnt er rætturin til sandtøku á sjóøkinum fríur fyri øll, og tað verður útlagt í øllum orðabókunum samsvarandi málfrøðini sum tann parturin av strondini, ið turrleggur á fjøru. ■) Eitt uppskot um viðtøku viðvíkjandi sølu av sandi »fra Bygdens Forstrand« var fyri á grannastevnu í Hvalbø hin 10. januar 1922. Spurningurin um gildi viðtøkunnar varð lagdur fyri amtið (j. 1922 nr. 47), sum ymsastaðni spurdi seg fyri, m. a. í Suðuroyar sýslu, sum í skrivi 18. februar 1922 sigur: »Efter almindelig Sprogbrug maa Ud* trykket Fjsre (færøsk fjøra) anses at være identisk med Forstrand.® 2) I teirri í viðmk. 1 umrøddu søk segði landbúnaðarráðgevarin í skrivi 11. februar 1922, at »Spørgsmaalet om Fjærens Omfang . . . ikke kan siges at være klarlagt ved den Skik og Brug, der findes i visse Bygder.«

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.