Fróðskaparrit - 01.01.1959, Síða 80

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Síða 80
86 Strandarrætturin i Føroyum Av sjálvum heitinum fjøra, ið sum áður nevnt merkir tann parturin av strondini, ið liggur turrur á fjøru, stendst, at flóðarmálin má vera innara fjørumarkið. Spurningurin verður tá bert, um tað er háflóð ella hægsta flóð, ið setir markið, og her má ætlandi verða hildið, at somuleiðis sum ytra markið yvirhøvur er hægsta fjøra, má innara markið yvirhøvur vera hægsta flóð.1) Oman fyri sjálva fjøruna liggur hin flóðfría fjøran. Markið fyri henni inneftir verður undir útskifting sagt at vera »be* voksningsgrænsen« (vallingin).2) Aðrastaðni verður tann málberingin nýtt, at strondin er »den del af kysten, der ligger mellem havet og »græsjorden«,3) og nakrir dómar, ið staðfestir eru av landsrættinum, siga strondina at vera »det areal, der begrænses mod søen af denne og ind mod land af det med grønsvær beklædte jordsmon«.4) Orðini »græsjorden« og »grønsværen« lýsa vissuliga betur enn orðið »bevoksningsgrænse« markið fyri flóðfríu fjøruni inneftir. Avgerandi er, um økið er vallað ella ikki. Eitt øki, ') í teirri frammanfyri í viðmk. 1—2, s. 79 umrøddu søk (amtsj. 1922, nr. 47) varð hildið fram, at strondin bert gekk so langt, »som Drivs tømmer kan skylle paa land«, meðan landbúnaðarráðgevarin helt uppá, »at alle de Arealer ved Stranden, som ikke benyttes som Landbrugs* arealer, betragtes som Fjære, uanset om Søen naar at overskylle dem eller ikke«. 2) Orðið er nýtt undir hesum útskiftingum: Norðragøtu (s. 17), Fámjin (s. 14), Trongisvági (s. 47), Hvalbø (s. 35) — (nevndu síðutøl vísa til viðkomandi útskiftingargerðabøkur). — Undir útskiftingini í Hovi varð markið millum bøin og strondina aftur ímóti sett at vera ein linja drigin »gjøgnum vallingina« (s. 36). 3) Soleiðis Bærentsen s. 472 og amtsskriv frá 27. mars 1922 í teirri í viðmk. 1 umrøddu søk. 4) Málberingin er nýtt einsljóðandi í dómi frá 8. mai 1928 (borg. s. nr. 61/1926), staðfestur av dómi Østre Landsrets 25. mars 1929 (IV — 299/1928) og í dómi frá 12. mars 1932 (borg. s. nr. 27/1932), staðfestur av dómi Østre Landsrets frá 25. oktober 1932 (IV—200/1932). Enn meira er málberingin nýtt i einum útskiftingarkennilsi frá 21. august 1928 (Vestmanna). Kaldbaksdómurin (U. f. R. 1959, s. 823) nýtir har aftur ímóti »bevoksningsgrænsen«.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.