Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 81

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 81
Strandarrætturin í Føroyum 87 sum bert ella fyri mesta partin er vallað við einkenniligum strandargróðuri,1) er flóðfrí fjøra, hóast einstøk grøs eru ímillum.2) Aftur ímóti kann eitt valllendi ikki sigast at vera flóðfrí fjøra, tí onkrar plantur av strandargróðuri vaxa í grasinum. Hetta plantufrøðiliga eyðkenni er tó ikki eina um at seta markið um flóðfríu fjøruna. Eisini eigur dentur at verða lagdur á, um økið er ella hevur verið velt, og um tað eftir vanligari uppfatan á staðnum er strond. Frammanfyri er fleiri ferðir nevnt, at strandeigararnir hava eitt vist einkarræði yvir strondini í víðastu merking, t. v. s. tí flóðfríu fjøruni. Frammanfyri er roynt at avmarka vídd= ina á strondini. Nú skal verða kannað, hvør ið hevur ræðið yvir strondini, og harnæst, hvat hetta ræðið hevur at siga. Um fyrra spurningin sigur Lunddahl í sínum føroyska landbúnaðarrætti,3) at »Strandbredden under Bøen« er »en Art Alminding for Bygden«. Orðið allmenningur kann hava ymiskan týdning,4) men verður her helst nýtt í týdningí inum eitt øki, sum er til taks hjá allari bygdini. Bærentsen sigur,5) at »stranden« vanliga verður hildin at vera »som et Fællig for Bøens Marketal«. Við »strand« skilir hann »den Del af Kysten, som ligger mellem Havet og Græsjorden.« *) Um hvat ið meinast við hetta, sí R. Rasmussen í »Føroyar« I, s. 19-22. 2) Tað, ið her verður nevnt, samsvarar tí, ið meinast við orðið »strandbred« í teirri donsku náttúrufriðingarlóggávuni. í teirri fyrstu náttúrufriðingarlógini nr. 245 frá 8. mai 1917 § 21 verður sagt, at almenningurin hevur gongurætt á »den udyrkede og for plantevækst blottede strandbred«, men núgaldandi lóg nr. 140 frá 7. mai 1937 § 23 nýtir málberingina »alle for græsvækst blottede strandbredder«, og skal málberingin henda sambært kunngerð nr. 345 frá 30. november 1938 skiljast soleiðis, at strandargróður einsamallur ikki førir við sær, at økið missir eyðkenni sítt sum strond (nevndu lógir eru ikki galdandi fyri Føroyar). 3) s. 455. 4) Sí Rynning s. 58—60. 5) s. 472.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.