Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 92

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 92
98 Strandarrætturin í Føroyum strandarlunnindini verða útinnt, og hvør ið hesi lunnindi eigur. Eftir er so at kanna, hvussu hesi rættindi eru vorðin, og hvørji tey eru. Sum støði fyri hesi kanning skulu her verða nýttar nakrar viðmerkingar um hesi viðurskiftini í Kaldbaksdóminum. í landsrættardóminum frá 26. juni 1959 verður fyrst sagt, at »det er tvivlsomt, om der foreligger tilstrækkeligt grundlag for at fastslá, at den private ejendomsret til jorden ved kysten tillige omfatter havbunden nærmest land«, men síð» ani verður hildið fram: »Fra ældgammel tid har jordejerne imidlertid — som udtalt i dommen — eneret til at udøve en række beføjelser (lunnindir) paa forstranden, og her* under hører blandt andet retten til at borttage sand uden skade for de øvrige rettighedshavere.« Dómur sorinskrivarans frá 17. september 1957 var í hesum spurninginum víðgongdari. í honum verður sagt: »Ved sagens afgørelse lægger retten til grund, at ejendomsretten til jord paa Færøerne ikke strækker sig længere ud mod havet end bevoksningsgrænsen. Over det udenfor liggende strandareal udøver jordejerne en række beføjelser, lunnindi, saasom eneret til drivtømmer, tang og sand samt ret til jordehval.« Verða hesir báðir dómarnir bornir saman — landsrættars dómurin verður sjálvandi avgerandi — koma vit til tað úr« slit, at flóðfría fjøran er undir ognarrætti strandeigaranna (t. v. s. bygdarfelagsins), meðan fjøran bert er undir einkar* ræði strandeigaranna, tá ið talan er um at nýta strandar* lunnindi. Tað ber sjálvandi altíð til at tosa um, hvussu stóran týdning henda sundurgreining hevur. Avgerandi er, hvussu heitið strandarrættindi ella »lunnindi verða avmarkað, men tá ið hetta heitið, sum hildið verður í landsrættardóm» inum, eisini umfatar rættin til sandtøku o. t., verður mun« urin í royndum neyvan stórur. Hava jarðaeigararnir ongan ognarrætt til fjøruna, so stendst av tí, at øll eiga rætt at koma har, ganga, tá ið hon liggur turr á fjøru, og við báti, tá ið flóð er. Ætlandi má almenm ingurin eisini hava rætt til at veiða og fiska í fjøruni, tó

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.