Fróðskaparrit - 01.01.1959, Blaðsíða 94
100
Strandarrætturin í Føroyum
Sum tað sæst av tí, ið frammanundan er sagt, er hin
føroyski strandarrætturin eitt ógvuliga víttfevnandi evni, og
enn kundi nógv verið sagt, bæði um tey ymsu strandar*
lunnindini og eisini um viðurskiftini strandeigaranna milh
um, tá ið talan er um at nýta hesi lunnindi. Eisini hesi
seinastu viðurskifti, sum tó ofta verða greidd við granna*
stevnuviðtøkum, hava elvt illsemju. Tá ið saman um kemur,
hevur nýtslan av strandarlunnindunum, sum tað sæst av tí,
ið sagt er frammanfyri, elvt mikið klandur gjøgnum tíð*
irnar, klandur, ið merkt hevur verið av tí skiftandi týdningi,
hesi ymisku lunnindini hava havt. Nú í tíðini er tað rætt*=
urin til sandtøku, ið oftast elvir til rættarsakir, tí sandurin
hevur fingið so stóran týdning sum byggitilfar. Eitt tíðar*
skeið í síðstu øld var tað nótakastið, ið elvdi trætumál, og
fyrr í somu øld var tað rekaviðurin. Tað er neyvan ivi
um, at í framtíðini kunnu verða onnur lunnindi, ið fara
at elva stríð, t. d. um tari einaferð kemur at verða nýttur
í ídnaði.
Tær avgerðir, ið tiknar eru strandarrættindunum viðvíkj*
andi, tykjast tó mest sum at hava greitt tey ymisku løg*
frøðiligu ivamálini, sum her hoyra uppí, so sum tað vón*
andi skuldi sæst av hesi frágreiðing.
SUMMARY
By ownership of the shore was formerly understood the right of
wreck, whereas now it is partly the right of becoming the owner of
what is washed ashore from the sea, partly the right of using the shore
or the materials it consists of.
While the right of using the open sea is free to anyone, and, within
the limits which might be set by legislation, the right of using the
territorial sea is free to all citizens of the country concerned, some<
thing else is the rule concerning a certain belt along the coasts. The
extent of this belt is laid down differently in different countries and
at different times. In Faroese law this belt is reaching out to the lowest
tide, and in certain cases the limit must be fixed farther out.