Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 12

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 12
18 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi eftir andlát abbans, er pirkið +. Plussið var til útsjóndar, sum tað ofta er hjá nýsmittaðum, og fekk fulla breidd uppá 2 dagar (frá 28/s til 3%). Positivt úrslit av tuberkulinroynd og fyrstu onnur sjúku» merki fyri smittuhita koma minni enn so altíð ísenn; men tað man vera sjáldsamt, at, sum her, heilur mánaður er ímillum fyrstu sjúkubrøgdini (her hálstak) og positivt úr< slit av pirking, og tað er helst ikki vanligt, at plussið fær fulla breidd uppá so stutta tíð (2 samd.). At inngangurin til smittuhitan var lint hálstak er einki løgið. Vit síggja hetta ferð eftir ferð við smittu ígjøgnum lunguni; men tað kemur altíð um tað bilið, tá ið plussið kemur fram og ikki sum her 3—4 vikur frammanundan. Sjáldan kemur eitlatrotið saman við hálstaki, og hendir tað, er hann altíð lítil og hvørvur brátt. Tuberklasmitta ígjøgnum mandlurnar man vera sjáldsom, hon er ið hvussu er lítið kend. Kann tí vera, at henda sjúkusøga er eyðkend fyri tann, ið smittaður verður hendan vegin. Smittuhitin hevur bæði sjálvkend og funnin sjúkueyð* kenni. Sjálvkendu sjúkueyðkennini. Tað er ofta ógviliga egið at koma inn í stovu, har onkur liggur við smittuhita. Sjúkh ingurin er hóast hita og onnur sjúkubrøgd væl tilpassar. Hetta ger, at ikki er altíð lætt at fáa tílíkar sjúklingar at liggja í seingini. Tað eru bert tvey sjálvkend eyðkenni, ið hava nakað at týða. Tey eru A.: Pína, tá ið tú svølgir og B.: Stingur. Einstøk hava høvuðpínu. Hjá tveimum teirra var hon ógviliga ring og var frá fyrsta sjúkudegi. Báðir hesir sjúklingarnir doyðu av tuberklum í mønu< og heilaí serki. Ikki heilt fá hava kent á sær, at okkurt bilaði, men hóast ein varhuga av sjúku hava tey als ikki ligið í seingini, ella hava bert lagt seg av og á. Tann, ið sjúkur hevur verið á hendan hátt, gloymir skjótt sjúkuna og sigur bert fáar vikur seinni, at honum (el. henni) als einki hevur bagt.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.