Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 24

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 24
30 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi Vatn á lungunum (Pleuritis exsud. tub). Við pleuritis, lungnahinnubruna, skilja vit pleuritis exsud. tub. (vatn á lungunum), ið kemur sær. Við hesum heiti meina vit her allar lungnahinnubrunar við tuberkla uppruna, uttan so er, at sjúkan (vatnið) kemur meðan lungnatuberklar eru í koming, ella áðrenn tílík sjúka er lekt. Afturímóti er lungnahinnubruni, ið kemur saman við tuberklum í øðrum gøgnum enn lungunum, tikin við. Hetta geldur t. d. tu< berklar í .knotum, eitlum, búkinum og skøpunum. Hevði verið gjørligt at fingið allar tilburðir við lungnahinnubruna røntgenkannaðar, eru líkindi til, at avmarkingin hevði verið onnur. Teir turru lungnahinnubrunarnir eru eisini tiknir burturúr. Teir koma tíðum saman við komingini ella sjúkugongdini hjá vatni á lungunum. Vit síggja teir eisini saman við lungna* tuberklum, og ikki sjáldan eru teir eitt sjúkueyðkenni smittu* hitans, so sum nevnt er í stykkinum um hesa sjúku. Stundum kemur turrur lungnahinnabruni sum eitt, at vísa seg, sjálvstøðugt mein, púrt uttan ávíst samband við nakað annað sjúkligt í lungunum, hendir seg enntá við hita eina stutta tíð. Røntgenkanning mundi her havt avdúkað atvolđ* ina. Tílíkur lungnahinnubruni er heldur ikki tikin við. Rannsóknin viðvíkjandi smittuhita fevnir um 106 børn og tilkomin við hesi sjúku. Hvussu mong teirra fingu seinni vatn á lungunum? 1. talva gevur upplýsingar um hetta. Svarið verður 21, ella 20%. Hjá børnunum undir 15 ár er prosentið 17 (8 av 47) og hjá teimum omanfyri hendan aldur er prosentið 22 (13 av 59). Poulsen5 hevur 430 bøm og tilkomin, ið øll, eins og tey 106 í hesi rannsókn, høvdu havt smittuhita. 133 av teimum, 31 °/o, fingu seinni vatn á lunguni, eitt tal, ið er ikki lítið størri enn tað, ið her er funnið — 20 %. Hjá børnum undir 15 ár fann Poulsen 26% og hjá hinum 34% —, eisini tøl, ið liggja oman fyri tølini í hesi ritgerð: 17 og 22.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.