Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 24
30 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
Vatn á lungunum (Pleuritis exsud. tub).
Við pleuritis, lungnahinnubruna, skilja vit pleuritis exsud.
tub. (vatn á lungunum), ið kemur sær. Við hesum heiti
meina vit her allar lungnahinnubrunar við tuberkla uppruna,
uttan so er, at sjúkan (vatnið) kemur meðan lungnatuberklar
eru í koming, ella áðrenn tílík sjúka er lekt. Afturímóti er
lungnahinnubruni, ið kemur saman við tuberklum í øðrum
gøgnum enn lungunum, tikin við. Hetta geldur t. d. tu<
berklar í .knotum, eitlum, búkinum og skøpunum. Hevði
verið gjørligt at fingið allar tilburðir við lungnahinnubruna
røntgenkannaðar, eru líkindi til, at avmarkingin hevði verið
onnur.
Teir turru lungnahinnubrunarnir eru eisini tiknir burturúr.
Teir koma tíðum saman við komingini ella sjúkugongdini
hjá vatni á lungunum. Vit síggja teir eisini saman við lungna*
tuberklum, og ikki sjáldan eru teir eitt sjúkueyðkenni smittu*
hitans, so sum nevnt er í stykkinum um hesa sjúku.
Stundum kemur turrur lungnahinnabruni sum eitt, at vísa
seg, sjálvstøðugt mein, púrt uttan ávíst samband við nakað
annað sjúkligt í lungunum, hendir seg enntá við hita eina
stutta tíð. Røntgenkanning mundi her havt avdúkað atvolđ*
ina. Tílíkur lungnahinnubruni er heldur ikki tikin við.
Rannsóknin viðvíkjandi smittuhita fevnir um 106 børn
og tilkomin við hesi sjúku. Hvussu mong teirra fingu seinni
vatn á lungunum? 1. talva gevur upplýsingar um hetta.
Svarið verður 21, ella 20%. Hjá børnunum undir 15 ár er
prosentið 17 (8 av 47) og hjá teimum omanfyri hendan
aldur er prosentið 22 (13 av 59).
Poulsen5 hevur 430 bøm og tilkomin, ið øll, eins og tey
106 í hesi rannsókn, høvdu havt smittuhita. 133 av teimum,
31 °/o, fingu seinni vatn á lunguni, eitt tal, ið er ikki lítið
størri enn tað, ið her er funnið — 20 %. Hjá børnum undir
15 ár fann Poulsen 26% og hjá hinum 34% —, eisini tøl,
ið liggja oman fyri tølini í hesi ritgerð: 17 og 22.