Fróðskaparrit - 01.01.1959, Qupperneq 28
34 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
Yvirlæknin V. Magnussen, Bróstsjúkrahúsinum í Havn,
Calmette koppaði í Eiðis læknadømi í 1946 frá 22. til 26.
september. Smittuhiti sást her seinastu ferð í august sama ár.
Sjúklingurin var 18 ára gamli drongurin (O. J., b. í h. 16/2
1928) í 3. sjúkusøgu í pettinum um tuberklar í heila* og
mønuserki.
Vit kenna tilsamans 3 tilburðir við vatni á lungunum í
Eiðis læknadømi síðan koppingina í 1946: 3 konufólk. Aldur
teirra og — í klombum — árið, tá ið sjúkan kom upp:
? S. M. F. G., b. í h. 31/i2 1909, 38 ár (1947), $ S. D„ b.
í h. 6/s 1922, 25 ár (1947) og ? S. J„ b. í h. l7/» 1924,
25 ár (1949).
Hin fyrsta teirra hevði ætlandi havt smittuhita í 1930,
tá ið hon tænti í Havn. Segði, tá ið hon varð pirkað undan
koppingini í 1946, at hon hevði havt + í 16 ár. Varð
tí ikki koppað. I 1947 vatn á lungunum v. m. Lá á Dronning
Alexandrines Hospitali 3%—3/10 1947. Røntgenkanning bendi
á, at vatnið á lungunum var eftirsjúka (sekundær).
Næsta konufólkið av hesum trimum tænti í Havn og kom
24/9 1946 til at verða pirkað. Vísingin var mikil (+ 20 mm).
Var ikki koppað. Var ætlandi nýsmittað. Lá á bróstsjúkra*
húsinum við vatni á lungunum frá 2% til 25/10 1947.
Seinasta av hesum nevndu konufólkum varð pirkað í 1946.
Eingin vísing. Kom ikki til koppingar. I 1949 vatn á lung*
anum vinstrumegin. Kend smittukelda. Dronning Alexan»
drines hospital 28/s— 10/i2 1949.
Á 4. talvu eru smittuhiti og vatn á lungunum sett lið um
lið. Hugsa vit okkum tølini í hesi talvu sett hvørt í sína
farmynd, fara báðar farmyndirnar minni enn so somu leið.
Flestu tilburðir við smittuhita eru ung fólk ímillum 15
og 19 ár, og eru teir í hesum bólki 30. Á 20—24 ára aldri
eru bert 18, og í trimum yngstu bólkunum, ið hvør hevur
5 árgangir, víkja tølini bert lítið frá tí, meðan tey frá yngstu
bømunum og uppeftir eru 14, 16 og 17. I fyrstu 5 árunum
eftir 25 ára føðingardagin eru bert 7. Eftir hendan aldur
er smittuhitin sjáldsom sjúka.