Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 35

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 35
Føroyanavnið eina ferð enn 41 ey(j)ar) jncole appellant. Jbi enim ruricolis opimus grex affluit. Sunt quibusdam jnde millia ouium. Quj jtem jnsulani regi* bus nostris certis temporibus tributa persoluunt.« (T. e. Frá »seyða*oyggjum«. Har í havinum eru oyggjar, í tali . sum fólkið á móðurmáli sínum kallar Færey(j)ar (»farcar«). Tí har hava bøndur nógvan og feitan seyð, og eiga summir í túsundatali av seyði. Eisini hesir oyggja* menninir lúka á ávísum tíðum kongum okkara skatt). Maðurin, ið skrivaði »Historia Norwegiæ« av fyrstu tíð, hevur ikki verið í iva um, at Fær» í landsnavninum merkti: seyður. Hetta var so onkuntíð um ár 1200. Ivin um týdn* ingin er yngri. Hann kemur ikki til máls fyrr enn í 16. øld. Tað er hin norski presturin Absalon Pedersøn Beyer, sum fyrstur av monnum letur okkum vita, at kjak var um týdn* ingin av navninum. Sjálvur skrivar hann vanliga navnið »Ferø«, men eisini »Ferøier«. Tað er í »Om Norgis Rige« (1567; 1895, bls. 57): »Faarø eller Fierø,1) huorlunde mand det biscops stict kalle vil, daa far mand ey vilt, fordi deris meste varer ere faar oc fier, oc have de eit faar til deris secrete (t. e. innsigli, merki), oc er eit saare got land, over* flødigt af faar oc fugel . .« (sí eisini: Utiseti VII, 1952, bls. 10). Vit kunnu spyrja: er tað í skriftum, at menn hava trætst um upprunan at landsnavninum? Vit vita tað ikki. í teirri tíðini var nógv samband ímillum Bergen og Føroyar (Útiseti 1952), og væl kann tað hava verið munnligt orða» skifti, sum orð harra Absalons sipa til. í 1593 gav hin lærdi íslendingurin Arngrímur Jónsson út, í Keypmannahavn, eitt rit á latíni, nevnt »Brevis Com» mentarius de Islandia«. Har stendur í m. a. (1950, bls. 14): »Insulæ, quæ ab ovium multitudine Færeyjar, sev rectius Faareyjar, dictæ sunt . .« Her er tað mongdin av seyði, sum givið hevur oyggjunum navn. Sbr. annað rit eftir sama mann, »Crymogaea«, prentað í Hamburg 1609, *) Eins og Tarnovius setir hann inn »i« í navnið til tess at fáa tað at hóska saman við orðið (fyri) »fjøður«.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.