Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 40

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 40
46 Føroyanavnið eina ferð enn er neyðugt at prógva. Tí áðrenn norðmenn funnu landið, kundi tað verið fult av seyði, sum víkingar høvdu slept til at hava á at ganga, tá ið teir vildu hava feskt. Seyður nørist skjótt, leggur hann afturat. Men tá ið Lucas Debes sigur »Faar« ella, sum tað í beinari sniði eitur, Fær, vera eitt ókunnuorð, tá fer hann skeivur. í kirkjurætti Árna biskups Tollakssonar (á Skálholti), 32. kap., er orðið til, tí skilliga verður har gjørdur munur á »Færsaudi« og »Geitfe« (ella eisini: »Geitsaudi«), t. e. munur á seyði og geit. Og hann endar so: »So statt haldi eg, at av seyða* mongdini, sum í var, góvu norðmenninir, sum funnu oyggj* arnar, teimum navnið.« Sum vit hava sæð, eru íslendingarnir báðir, Arngrímur (1593) og Torfæus (1695), sum eyðvitað vóru nógv kønari í fornmálinum enn norðmenn tá, enn føroyingar og ein danskur maður sum Lucas Debes, samdir um, at Føroyarhava í navni sínum orð, sum merkir »seyður«. Hvørgin teirra kendi »Historia Norwegiæ« — hvørgin teirra kendi rit Dicuils, sum vit seinni fara at røða um. Aftur at hesum kunnu vit leggja tað, sum P. A. Munch í útgávu síni av »Historia Norwegiæ« (1850, bls. 40) sigur í eini viðmerking (hann heldur, at »farcarr« er misskriving fyri »Fareyjar«): »Fareyjar / Plerumque Færeyjar, e norico fær, svecio fár, i. e. ovis. Ista tamen vox in Norico rarissime occurrit; usitatissima ovis appellatio est sauðr et smali«. Hann veit soleiðis at siga okkum, at í fornmálinum var til eitt orð »fær«, seyður, men orðið var sera sjáldsamt, oftast æt sama dýrið »sauðr« ella »smali«. G. Storm, í síni útgávu av sama verki (1880, bls. 92), tekur uppaftur greining Munchs, men leggur afturat tann vitnisburðin um tann nógva seyðin, í oyggjunum var fyrst í 9. øld, sum frá er sagt í verki Dicuils. Longu í Cleasby=Vigfusson (1874) varð víst á hetta sambandið ímillum frásøgn Dicuils og landsnavnið Føroyar, t. e. Færeyjar. Sama ger Hammers= haimb í innganginum til Fær. Anth. (1891, pag. VI—VII). Marius Hægstad (1917, bls. 102—103) ivast heldur ikki í

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.