Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 42

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 42
48 Føroyanavnið eina ferð enn av uppskoti Brøggers, at Hjalt* (ella Hjat*) verður ilt at greiða burtur úr norrønum máltilfari. Tá ið vit koma at Føroyanavninum, liggur fremst hjá norrønum málfrøðingi at spyrja: Hví skuldi ikki navnið Færey(j)ar verið norrønt? Vit vita í dag meira um hitt sjáldsama orðið fær (seyður), enn Brøgger helt seg vita. Vit hava oyggjanøvn í Noregi, í Orknoyggjum og í Suður= oyggjum, sum eftir øllum líkindum eru samansett við hesum orði. Tað er mest sum líkt til, at *fær<ey var eitt sam< nevni (appellativ) nýtt um oyggj, sum seyður gekk á, eitt samansett orð, sum má hava verið til tíðliga í víkingatíðini. í Orknoyggjum eru tvær smáoyggjar, Faray (o. u. 1380: Fareay, o. u. 1600 — hjá Peder Claussøn —: Færøi) og Fara (1492: Faray), og fær navnið av fyrstu tíð her illa verið annað enn *Færey (Marwick 1952, bls. 52 og 186). Merkingin »seyðasoyggj« hóskar væl her. Sama er at siga um Fiaray,1) norðanvert við Barra, í Suðuroyggjum. Ann* ars eita har suðuri ofta smáoyggjar og hólmar Soay, t. e. Sauð = ey (sbr. ísl. Sauðeyjar).2) Eisini við vesturstrendur Noregs, og tað hevur ikki minni at týða, er til í fleiri støð* um oyggjarnavnið Færøy, har merkingin »seyða=oyggj« hóskar sera væl (Norske Gaardnavnc XI, bls. 50). So statt fær landsnavnið Færeyjar frálíka væl verið fleirtal av navninum Færey, sum her er nevnt. Týðingin í »Historia Norwegiæ« Insulæ Ovium var helst ikki tikin burtur úr ongum, um ár 1200 vistu menn, hvat ið navnið týddi. Einki býður okkum tí at leita burtur í onnur máløki til tess at finna høpi í navninum. Tað orðið, sum er í landsnavni okkara, fær, n., er ikki funnið í germonskum málum uttan fyri Norðurlanda gátt. Frumsniðið var helst *f ahaz, sum er skylt við griskt pókos >) Fearaidh er geliska sniðið, sí Borgstrøm í »The Book of Barra« (ed. John Lorne Campbell, London 1936), bls. 291, framborið [fiaraj]. 2) Eg hugsi mær, at Saui=ey (Soay) er yngri navn enn Fær=ey, men at merkingin er tann sama.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.