Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 57

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 57
Um navnaliðin *inga í nøkrum staðanøvnum í Suðuroynni 63 angeraa* eller »Salttangeraa« med tilknytning til ordet ^tange®*.1) I mannsnavninum Ellindur — sum tykist at vera fyrndargamalt í Suðuroynni (enn t. d. nýtt í Hvalbø og í Fámjin) — heldur Chr. Matras, at tvey norr. nøvn Erlendr og Erlingr eru blandað saman.2) í uppskrift Svabos av kvæðinum Ellindur bóndi á Jaðri hevur í hvussu so er hitt seinna norr. navnið bæði formin Ellindur (»Edlindur«) og Ellingur (»Edlingur«).3) At báðar hesar hjáljóðabroyting= arnar eru at finna í ljóðlinari støðu í sama máli, hava vit prógv um t. d. í donskum.4) Tá ið nú hesi føroysku døm* ini, sum vit hava nevnt, skilliga vísa, at broytingin ng > nd hevur verið til í okkara máli, vilja vit halda, at tað ljóð= frøðiliga skuldi verið góð líkindi, at hin broytingin nd > ng hevur eisini verið til her. At hetta sjónarmið ikki er burtur av leið, síggja vit best av, at d kann í aðrari hjáljóðagreipu (rd) í før. broytast til g sum t. d. í lýsingarorðinum rang= vørgur (sbr. nýísl. ranghverfur og nýno. rangsnudd, rang= vend), sum má koma av einum eldri før. formi: rangvørdur < fornfør. *ranghverfðr (viðv. ljóðbroyt. hv > v og e > ø, sbr. norr. hvarmar > før. (eygna)varmar, norr. hverfa < før. hvørva). Viðvíkjandi broytingini av e til i í ljóðlinari støðu í før* oyskum er tað eingin ivi, tí har eru fleiri dømi (vide supra: Ellindur). Soleiðis má t. d. eftirfestið dndi í føroyskum navn* orðum (ørindi o. s. fr.) yvirhøvur vera komið av norr. eftirí festinum >endi.5) Tað er eyðvitað, at broytingin *nd > ng í *inga(*) hevur ikki gjørt stóran vørr um seg í føroyskum staðanøvnum, men tað er kortini líkt til, at hon er at finna í einstøkum *) Strejflys over de fær. stednavne, s. 71. 2) Sí: Stn. Norð., s. 41. 3) Sí: Matras: Svabos fær. Visehaandskrifter (Kbh. 1937—1943), s. 317—321 og navnalistan. 4) Nordisk Kultur, b. V, s. S8. 5) M. Hægstad: Færøymaalet, s. 92.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.