Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 78

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 78
84 Strandarrætturin í Føroyum ytra fjørumarkið. í síðst nevnda dómi verður skilliga sagt, at markið fyri einkarrætti strandeigaranna til sandin kann ikki verða sett so langt úti. Ytra fjørumarkið, tá talan er um rætt strandeigaranna til at taka sand, eyr o. tl., verður tá, sum áður nevnt, sum aðalregla hægsta fjøra og undir serligum viðurskiftum mar=> bakkin. Nú skal verða kannað eftir, um markið kann setast á sama hátt, tá ið talan er um onnur strandarlunnindi. Kald» baksdómurin tykist rokna við tí. í landsrættardóminum verður sagt, at jarðaeigararnir hava einkarrætt til ymisk lunnindi í fjøruni, og tað marknaskjal, sum dómurin setir, viðvíkur »afgrænsningen af det areal, hvorpaa de nævnte rettigheder kan udøves.« Áður er nevnt, at markið fyri einkarrætti strandeigaranna til at taka krækling helst verður at seta eftir fjørumálanum; men somuleiðis sum reglurnar fyri strandarfriðing kunnu føra við sær, at sandtøka verður bannað uttan fyri hetta markið, kann fyrilit fyri varðveitslu av kræklingi føra til, at atgongdin til at taka krækling verður skerd ella verður heilt bannað uttan fyri fjørumálan.1) Viðvíkjandi rættinum til tara so eru ongar rættaravgerðir at finna, men vanliga tykist vera hildið at strandeigararnir hava einkarrætt til rekatara og skurðtara út á hægstu fjøru.2) Viðvíkjandi jarðarhvali3) er tað avgerandi, um strandeig= !) Eftir lóg nr. 107 frá 14. apríl 1893 § 1 kunnu gerast skeljadýravið* tøkur, ið seta vist tíðarskeið fyri veiði og tilskila veiðiháttin, ið nýtast skal, ella møguliga seta fullt bann fyri at taka krækling og onnur skeljadýr eitt styttri áramál. Mannagongdin er — sbr. §§ 2—4 í lógini — heldur krutlut, og strandeigararnir hava onga ávirkan á viðtøkurnar. Teir mugu sjálvir sum allir aðrir ganga undir settar treytir. Samanber annars framm= anfyri viðmk. 1, s. 78 og 81. 2) Sbr. frágreiðingar frá Søren Danielsen, J. Paturssyni, J. Winther og Jógvani Jógvanssyni í Søltuvíkarsøkini. J. Patursson vil kortini vera við, at rætturin gongur heldur longur út, nevniliga so langt út, ið vaðandi er eftir taranum. 3) Jarðarhvalur er avtikin fyri grind og døgling, sbr. lóg nr. 184

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.