Fróðskaparrit - 01.01.1959, Qupperneq 78
84
Strandarrætturin í Føroyum
ytra fjørumarkið. í síðst nevnda dómi verður skilliga sagt,
at markið fyri einkarrætti strandeigaranna til sandin kann
ikki verða sett so langt úti.
Ytra fjørumarkið, tá talan er um rætt strandeigaranna til
at taka sand, eyr o. tl., verður tá, sum áður nevnt, sum
aðalregla hægsta fjøra og undir serligum viðurskiftum mar=>
bakkin.
Nú skal verða kannað eftir, um markið kann setast á
sama hátt, tá ið talan er um onnur strandarlunnindi. Kald»
baksdómurin tykist rokna við tí. í landsrættardóminum
verður sagt, at jarðaeigararnir hava einkarrætt til ymisk
lunnindi í fjøruni, og tað marknaskjal, sum dómurin setir,
viðvíkur »afgrænsningen af det areal, hvorpaa de nævnte
rettigheder kan udøves.«
Áður er nevnt, at markið fyri einkarrætti strandeigaranna
til at taka krækling helst verður at seta eftir fjørumálanum;
men somuleiðis sum reglurnar fyri strandarfriðing kunnu
føra við sær, at sandtøka verður bannað uttan fyri hetta
markið, kann fyrilit fyri varðveitslu av kræklingi føra til,
at atgongdin til at taka krækling verður skerd ella verður
heilt bannað uttan fyri fjørumálan.1)
Viðvíkjandi rættinum til tara so eru ongar rættaravgerðir
at finna, men vanliga tykist vera hildið at strandeigararnir
hava einkarrætt til rekatara og skurðtara út á hægstu fjøru.2)
Viðvíkjandi jarðarhvali3) er tað avgerandi, um strandeig=
!) Eftir lóg nr. 107 frá 14. apríl 1893 § 1 kunnu gerast skeljadýravið*
tøkur, ið seta vist tíðarskeið fyri veiði og tilskila veiðiháttin, ið nýtast skal,
ella møguliga seta fullt bann fyri at taka krækling og onnur skeljadýr
eitt styttri áramál. Mannagongdin er — sbr. §§ 2—4 í lógini — heldur
krutlut, og strandeigararnir hava onga ávirkan á viðtøkurnar. Teir mugu
sjálvir sum allir aðrir ganga undir settar treytir. Samanber annars framm=
anfyri viðmk. 1, s. 78 og 81.
2) Sbr. frágreiðingar frá Søren Danielsen, J. Paturssyni, J. Winther
og Jógvani Jógvanssyni í Søltuvíkarsøkini. J. Patursson vil kortini
vera við, at rætturin gongur heldur longur út, nevniliga so langt út,
ið vaðandi er eftir taranum.
3) Jarðarhvalur er avtikin fyri grind og døgling, sbr. lóg nr. 184