Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 88

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 88
94 Strandarrætturin í Føroyum 1929 í síðstnevndu søk verður týðiliga sagt, at í dómi sorin* skrivarans er av røttum »antaget, at de i Sagen nævnte Strandarealer ikke er udskiftede og i Mangel af Bevis for det modsatte endnu maa anses at være i Bygdens Fællig«.') Tí má verða hildið, at eisini strondin undir træðum og grundstykkjum, sum eru skild út úr jarðafelagnum, verður verandi felags, men av hesum fylgir ikki eo ipso, at eisini strondin undir høgum liggur til markatalið í bønum. So= statt liggur næst at halda, at henda strondin hoyrir marka* talinum í haganum til, t. v. s. ikki bygdarfelagnum, men hagafelagnum. Hetta sjónarmið er eisini flutt fram í fleiri rættarsøkum, men úrslitið hevur altíð verið, at eisini haga* strond verður hildin at hoyra bygdarfelagnum til. Longu í einum amtsskrivi frá 21. februar 1825 verður hetta hildið; har verður sagt, at ein hagi í Kvívík mátti ikki, um hinir mótmæltu, seta í verk eina fyriskipan so= vorðna, at hagin tók sær einkarrætt til allan tann við, ið Tórshavn við kongsbrxvi frá 12. juni 1868, (si Fær. Lovs. 1953 s. 51), og 4) at hon ið hvussu er hevði vunnið hevd. Til hetta verður sagt í dóminum: ad 1): Flóðfría fjøran »hører sædvanlig ikke til Indmarken«, og kann ikki haldast vera fylgd við í søluni, við tað at hon ikki lá uppat tí, ið selt varð. ad 2): Rætturin til vegin kundi ikki viðvíkja øðrum enn sjálvum vegs økinum. ad 3): Hildið mátti verða, at latnar vóru bert tær grundirnar, ið lógu innan fyri markið (Bringsnagøtu), sum fast varð sett av ástaðars dóminum 1714 (sí um hann hjá N. Andersen s. 296—98). ad 4): Hevd varð ikki hildin prógvað, serliga tí kommunan í 1907 hevði goldið festaranum samsýning fyri sandtøku. 4) Dómur frá 8. mai 1928 í borg. s. nr. 61/1926. Søkin var um eitt hellulendi undir bønum, ið nýtt varð til fiskaturking. Dómurin vísir til tað, sum Lunddahl sigur um strondina sum allmenning, og ásetur, at tað avgerandi eftir hesum má vera tað ræðið, sum útinnt er yvir økinum. Tað varð ikki funnið prógvað, at ognarræði varð útinnt yvir tí, m. a. av tí at ein, sum fyri 30—40 árum frammanundan hevði havt tað í hondum, viðgekk, at økið hoyrdi ikki honum til. ■) IV. deild nr. 299/1928. Dómurin staðfestir annars dóm sorins skrivarans eftir tí grundarlagi, sum lagt verður í síðstnevnda dómi.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.