Fróðskaparrit - 01.01.1959, Síða 88
94
Strandarrætturin í Føroyum
1929 í síðstnevndu søk verður týðiliga sagt, at í dómi sorin*
skrivarans er av røttum »antaget, at de i Sagen nævnte
Strandarealer ikke er udskiftede og i Mangel af Bevis for
det modsatte endnu maa anses at være i Bygdens Fællig«.')
Tí má verða hildið, at eisini strondin undir træðum og
grundstykkjum, sum eru skild út úr jarðafelagnum, verður
verandi felags, men av hesum fylgir ikki eo ipso, at eisini
strondin undir høgum liggur til markatalið í bønum. So=
statt liggur næst at halda, at henda strondin hoyrir marka*
talinum í haganum til, t. v. s. ikki bygdarfelagnum, men
hagafelagnum. Hetta sjónarmið er eisini flutt fram í fleiri
rættarsøkum, men úrslitið hevur altíð verið, at eisini haga*
strond verður hildin at hoyra bygdarfelagnum til.
Longu í einum amtsskrivi frá 21. februar 1825 verður
hetta hildið; har verður sagt, at ein hagi í Kvívík mátti
ikki, um hinir mótmæltu, seta í verk eina fyriskipan so=
vorðna, at hagin tók sær einkarrætt til allan tann við, ið
Tórshavn við kongsbrxvi frá 12. juni 1868, (si Fær. Lovs. 1953 s. 51),
og 4) at hon ið hvussu er hevði vunnið hevd.
Til hetta verður sagt í dóminum:
ad 1): Flóðfría fjøran »hører sædvanlig ikke til Indmarken«, og kann
ikki haldast vera fylgd við í søluni, við tað at hon ikki lá
uppat tí, ið selt varð.
ad 2): Rætturin til vegin kundi ikki viðvíkja øðrum enn sjálvum vegs
økinum.
ad 3): Hildið mátti verða, at latnar vóru bert tær grundirnar, ið lógu
innan fyri markið (Bringsnagøtu), sum fast varð sett av ástaðars
dóminum 1714 (sí um hann hjá N. Andersen s. 296—98).
ad 4): Hevd varð ikki hildin prógvað, serliga tí kommunan í 1907
hevði goldið festaranum samsýning fyri sandtøku.
4) Dómur frá 8. mai 1928 í borg. s. nr. 61/1926. Søkin var um eitt
hellulendi undir bønum, ið nýtt varð til fiskaturking. Dómurin vísir
til tað, sum Lunddahl sigur um strondina sum allmenning, og ásetur,
at tað avgerandi eftir hesum má vera tað ræðið, sum útinnt er yvir
økinum. Tað varð ikki funnið prógvað, at ognarræði varð útinnt yvir
tí, m. a. av tí at ein, sum fyri 30—40 árum frammanundan hevði havt
tað í hondum, viðgekk, at økið hoyrdi ikki honum til.
■) IV. deild nr. 299/1928. Dómurin staðfestir annars dóm sorins
skrivarans eftir tí grundarlagi, sum lagt verður í síðstnevnda dómi.