Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 52

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 52
58 Um navnaliðin singa í nøkrum staðanøvnum í Suðuroynni hann her í samband við eitt (horvið) norr. orð villingr m. við merkingini: »vildt Dyr (Faar, Svin el. lign.)®.1) Henda týðingin man vera tann beina og fær eisini stuðul av einum øðrum staðanavni Villingarætt, ið er navn á einari (niður= lagdari) rætt í Innastahaga í Skálavík.2) Sum dømi uppá at =inga= kann eisini týðast av norr. eftirfestinum =ung (+ hvørfallsendingina: a), kunnu vit taka staðanavnið Ribbinga=múli [ribbnjga*] [ræbbilda*].3) Hetta plássið liggur á syðru síðu á Hvannhaga, og fyrri navna* liðurin má greinast av norr. ribbungr m.: »tøilesløs, udisci* plinert, ryggesløs, voldsom Person« (Fritzner). Nú skulu vit venda aftur til hitt staðanavnaslagið, har vit halda, at =inga, =inga= ikki kann hava samband við bæði tey nevndu norr. eftirfestini, men má vera ein sjálv* støðugur navnaliður og koma av kallkynsorðinum endi. Staðanavnaliðurin =endi er vanligur í Suðuroynni og um allar Føroyar,4) men verður, sum vit vita, vanliga framborin [sændi] og í hinum føllunum [»ænda].5) Ljóðvøksturin í teimum fýra staðanøvnunum, sum vit skulu kanna, er so^ statt óvanligur í okkara máli. Tað hevur fyribils ikki eydnast at finna nakað javndømi, sum er heilt líkt við hann í livandi føroyskum máli, men sum vit skulu koma aftur til seinni, man ljóðbroytingin í =enda til =inga kortini ikki hava verið ókunn í føroyskum heldur enn í nærskyldum málum. Tey bæði fyrstu staðanøvnini, sum vit halda kunnu grein* ast av endi, eru úr Fámjin og eita Vatnsinga [vansujga] og Vatnsinga=møl, sum við øðrum orðum eru sprottin av eldri •) Matras: Stednavne paa de færøske Norðuroyar (seinni stytt til: Stn. Norð.), s. 310. 2) Eftir upplýsingum úr brævi frá H. J. Jacobsen, búnaðarráðgevara. Sbr. eisini tað sum H. J. J. skrivar um villingaiættina í bókaverkinum Føroyar (Kbh. 1958), b. II, s. 204. 3) Sbr. FKortl., M. 47: Ribbingamúli. Fyrra framb. hava vit úr Froðbø og hin seinna úr Hvalbø. Báðir formar mugu greinast av einum orði, og Hvalbiarsframb. vísir bæði broytingina i til e (æ) og Id < nd < ng. 4) Sbr. FKortl., s. 51 £f. (staðanavnalistan). 5) Sbr. Stn. Norð., s. 98.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.