Fróðskaparrit - 01.01.1953, Page 1
Er pílaslagið pálmi innflutt til Føroya
í søguligari tíð?
Ella er tað upprunaligt her?
Eftir R. Rasmussen
I. Inngangur
Tann gróður, sum nú er í Fóroyum, er komin higar á
ymsar hættir: 1. Ein partur, meginparturin (tá allur gróður
er viðroknaður), man vera komin aftan á hina stóru ísóld-
ina. 2. Annar partur av gróðrinum er fluttur ella slóddur
inn, síðan menn funnu og bygdu landið.
Upprunagróður í Fóroyum kalla vit tí tann gróður, sum
hevur verið her áður enn fólk settu fótin á land í oyggjunum.
Hin partin kalla vit innfluttan gróður.
Tann spurningur, sum her liggur fyri, er at fáa avgjórt,
um tað pílaslagið, ið hjá okkum hevur fingið navnið pálmi
er upprunagróður ella innfluttur gróður.
Skulu vit svara hesum spurningi til lítar, er fyrst og
fremst neyðugt at fáa vissu fyri, hvat tað pílaslagið er,
sum her í Fóroyum hevur fingið navnið pálmi.
II. Pálmanavnið
í óllum kristnum londum var tann siður í miðóld, at
fólk bóru pálmar pálmasunnudag hæði til príðis heima
við hús og til at príða kirkjurnar við. í teim syðru lond-