Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 39
Nólsoyarfundurin.
Eftir Sverra Dahl og Jóannes Rasmussen.
I.
Soleiðis eru fornleivdir nevndar, ið komu undan mónum
á Malarenda heystið 1926. Hesar leivdir vóru bein av
ymiskum djóraslógum og hópur av rekaviði. Fundurin
hevur verið nógv umrøddur millum manna og í blaðinum
F. F.1 og Løgtingssógu Fóroya2 eru gjøllar skrivligar frá-
greiðingar at finna. Við tað at tíðin nú er so long ímillum
at hetta kom fram og tær rannsóknir, sum her skulu sigast
frá, skulu vit loyva okkum í fáum orðum at endurtaka tað,
sum fyrifórst tá.
Á heysti 1926 gjordu Nólsoyingar veg út á Malarenda og
komu tá fram á rekavið og ymisk djórabein, har skilligt
var, at mannahond hevði verið á. Hetta varð fyri ein part
tikið til varða, men arbeiðið varð fullfort, og vegurin tikin
í brúk uttan at nókur rannsókn var gjórd á staðnum av jarð-
lógum ella fundarumstóðum.
Seinri, tá ið tíðindini um fundin spurdust, vóru lutirnir
latnir R. Rasmussen, háskúlastjóra, í hendi og sendi hann
teir til Danmarks Geologiske Undersógelse við frágreiðing
um fundarumstóðurnar, soleiðis sum menn aftaná hildu tær
hava verið. Eftir frágreiðing sóknarstýrisformannsins,
Poul Juul Thomsen, varð grivið 21^—3 m niður á fastan
botn. Leivdirnar vóru funnar 3 m undir svórðinum og á
hellu. Ein skóltur lá okkurt um ein m upp av helluni, men
kortini meira enn l1/^ m undir svørðinum og í mógvi.