Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 50
56
Nólsoyarfundurin
ALDUR. Taka vit nú aldursmeting A. W. Broggers upp til
umhugsunar, so er at minnast, at hann byggir aldursmeting
sína á tað grundarlag, at frásognin er rott, og at beinini lógu
3 m undir órordum mógvi. Orðarætt sigur hann soleiðis2:
»Vit hava fyrr hildið, at so djúpur mógvur, sum her er um
at roða, var ið hvussu er eldri enn bygging Foroya, samb.
fundin í Vágsbotni: Hava vit nú her ein skolt av vanligum
neyti og eitt herðablað av vanligum hundi, umframt hvala-
beinið í einum slíkum dýpi, og vorildin er nátúrligur mógv-
ur og ikki umskumpað av skurði, so verður at leggja í geyma
annaðhvórt má fólk við fenaði hava verið í Foroyum ógvi-
liga langt undan teim norsku landnámsmonnunum, ella
eisini veksur mógvur nógv skjótari, enn vit fyrr hava hildið
(tað seinasta havi eg lyndi til at halda). Og seinri sigur
hann2: 011 líkindi eru tó til, at he^ir djóraskoltar eru grivnir
niður í tann gamla mógvin, og tað er líkast til, at fundurin
er ein offurfundur, og at hann kann vera frá fyrst í land-
námstíðini.
í niðastu móflónni vóru, sum frammanundan nevnt,
eingir fornlutir funnir; hvort har var ruddiliga grivið og
leitað, kom einki fram uttan áðurnevnda rekatræ. Tað er
líkt til, at henda móflógvin er hin sama, sum rekatræið kom
úr í fyrsta grefstri, tí plantutilfarið er átókt tí, Jessen sigur
frá. Næsta flógvin uppeftir er so hin mókenda ífyllan, og
er tað ivaleyst í hesari flónni, beinini eru funnin, — eisini í
fyrra grefstri.
Tá tað var nevnt, at hesi bein vóru funnin á botni, so man
hetta hava verið vestantil, har mógvurin var umgrivin
frammanundan. Tað fer nú at vera greitt, at tá ið vit finna
hópin av træsprekum, ið ætlast kunnu vera komin frá skipa-
smíði um miðjuna av fyrru óld 3>5 oman um hálva hesa
lindina, so fara teir lutir, ið lagstir eru í henda part av
flónni at vera um sama aldur.
Bein eru at finna niðari í hesi flónni við, heilt nær oman
móti tí gamla svórðinum, vit nevndu, men tá ið óll henda
flógvin (c) er nakað eins til útsjóndar allan vegin uppeftir,