Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 124
130
Psoriasis í Foroyuim.
tí her hava kannað ein fólkaflokk, ið livir undir serliga ring-
um umstóðum fyri psoriasis. I Fóroyum er psoriasis eisini
nógv vanligari sjúka enn aðrastaðni. Umframt er sjúkan at
kalla órókt. Húðarlækni hevur onga tíð áður verið í Fóroy-
um. Yit hava tí her líkindi til at ætla um, hvussu gongst við
sjúkuni, tá ið hon hevur fríar ræsur.
1. TALVA. Fyrikomingin av psoriasis (The incidence of psoriasis).
Menn Males Kvinnur Females Menn &kvinnur Males& females
Fólkatal við psoriasis with — Fólkatal við psoriasis with — Fólkatal við psoriasis with —
Cases tal number % Cases tal number °/o Cases tal number %
Klakksvík 1337 45 3,37 1315 36 2,73 2652 81 3,05
Hin part. av Norður- oyggjunum 742 28 3,77 731 23 3,14 1473 51 3,46
Eysturoy 3457 85 2,45 3402 95 2,79 6859 180 2,62
Tilsamans (Total) 5536 158 2.85 5448 154 2,83 10984 312 2,84
Við miðvísari kannan av hesum 2072 húskjum varð rakt
við 158 menn og 154 kvinnur, tilsamans 312 fólk, sum
hóvdu psoriasis (1. talva). Sjúkan er so statt eins vanlig
hjá monnum og kvinnum og hava tilsamans 2,84 % sjúkuna
(skilast skal til, at í Fóroyum eru heldur fleiri mannfólk
enn konufólk. Hetta man fyri ein part koma av, at fleiri
gentur enn dreingir giftast uttanlendis). Fyrikomingin
2,84 % er væl stðrri, enn nakar hevur funnið við kanningar,
sum áður hava verið gjórdar. Romanus sigur talið í Svóríki
at vera 1—2 °/00. Hettaer ivaleyst ov lágt, og Forsmans tal