Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 57
Rannsóknir um reyðblóðkroippanoringina
63
som, táið slíkt sveitavatn verður sprænt inn í púra frísk
djór. Aðrir hovundar siga tvórtur ímóti, at hetta er ikki
beint, tí eingin óktur blóðkroppavðkstur er at finna hjá
frískum djórum, tá tey verða sprænd við sveitavatni frá
djórum við blóðtroti og heldur ikki, tá tey verða sprænd
við sveitavatni frá djórum, sum leingi hava livað undir
lágum lofttrýsti (Gordon og Dubin 1934, Foerster 1932).
Kestner (1921) og Seyderholm (1932) siga báðir, at
ultraviolettir geislar eru munandi blóðskapandi tættir.
Castle og Minot (1936) halda fram: »In the presence of
the necessary chemical factors for the normal maturation,
the supply of red blood cells is regulated largely by the
oxygen tension of the bone marrow«.
Tað er tí hildið, at lágt súrevnistrýst eggjar tey ungu
óbúnu reyðblóðkroppastigini til stórri virkisfýsni í reyðblóð-
kroppatilgerðini, sum ber við sær annað hvórt ovurvðkstur
av tí reyða beinmerginum og/ella skjótari búning av hvórjum
einstakum reyðblóðkroppi. Til tess at greiða hesa tilætlan
gjðllari hevði tað verið forvitnisligt at máta, hvórja ávirkan
ymisk súrevnistrýst hava á avbyrgdar beinmergjkyknur í
glarroyndum. Eggjar eitt lágt súrevnistrýst undir tílíkum
viðurskiftum reyðblóðkroppagerðina, vil hetta ógviliga
munandi laða upp undir hesa tilætlan.
1. Starvslag.
Osgood er tann maður, ið eina mest hevur tikist við blóð-
kroppanóringina, bæði reyðblóðkroppavóksturin og hvít-
blóðkroppavðksturin. Hann gjórdi eitt serstakt tól til hesar
royndir, og seinri hevur Plum gjórt ymissar royndir við
Osgood-tólinum. Rannsóknir mínar vórðu harafturímóti
gjórdar í smáum glósum, ið sett vóru niður í vatn, ið var
38° C. Hesi smáu glós verða latin aftur við glastóppi, og í
tóppinum eru ræsir til inn- og útfórslu av loftblandum.
Glðsini verða rópt Warburgkdmur, og kassaskapilsið vinstru
megin á 1. mynd verður nevnt eitt Warburgtól.