Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 96
102
Um toxoplasmosis
sínum viðvíkjandi tí týdningi, bacillus abortus Bang hevur
sum sjúkuelvandi smávera fyri fólk. Á hendan hátt fann
Siim m. a. toxoplasmosisvísingar hjá einum sjúklingi
har hovuðssjúkdómseyðkennið var hiti ogeitlatroti allastaðni
»Derefter gik man over til at undersoge andre lignende
tilfælde, hvor diagnosen var adenitis, polyadenitis eller
obs. for mononucleose, idet man udfórte de serologiske
reaktioner paa blodpróver, der var indsendt til institutet
til undersógelse for Poul Bunnell’s reaktion«. Á henda
hátt komu í 1951 upp teir tveir sjúkratilburðir í Fóroyum,
sum greint er um niðanfyri. I 19516 kunngjórdi Siim 7
tilburðir av toxoplasmosis, har eyðsýnasta sjúkumerkið var
troti av teimum atkomandi eitlunum — ein sjúkutil-
burður, sum eingin hagartil hevði varnast. Eitt ár seinni —
í 1952 — skildi hann toxoplasmosisfrumkyknuna frá úr
einum trútnum eitli hjá 17 ára gentu við at prija frá honum
inn á mýs. Eisini hevði gentan positiva sveitavatnsvísing fyri
toxoplasmosis, og kanning av tí burturtikna eitlinum vísti
tær sjúkligu broytingar, sum eyðkendar eru fyri toxoplas-
mosis.
Um árslok 1951 sá hann, ið hetta skrivar 2 sjúklingar
við toxoplasmosis. Sjúkrasðgur teirra eru:*).
I. c? J. M. F. E., f. 15/1 1943. Smittaður við tuberklum
í okt. 1945 av manni í grannahúsi; tá búði hann í eini bygd
uttan fyri Eiðis læknadómi. Sigst í sambandi við smittuna
at hava havt hita. Kom í 1947, 4 ára gamal til E og hevur
búð her síðan.
Meslingafarsótt í E og í grannabygdini F heystið 1951.
Fekk hesa sjúku hin 11. okt. 8 3/4ára gl. Hitin hðgur teir
fyrstu dagarnar— var ein dag oman fyri 40° — men skjótt
einans lítil hiti. Hóast drongurin kendi sær einki mein,
helt lítilhitin á eina tíð: Um morgunin ímillum 37°,0 og
*) Eg takki P. Dahl, yvirlækna, Dronning Alexandrines hospital, fyri
lán av sjúkadagbókunum hjá hesum báðum sjúklingum.