Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 36
42
Rúnarsteinur í Fámjin
Hetta sama kenna vit so væl her á landi, at menn fyrr og
enn merkja amboð síni og annað við forbókstovum sínum;
nú vanliga bara við teimum, men fyrr sum oftast bæði við
sonarnavni og staðarnavni. Dðmini eru mong, her skal eina
verða víst á eina fjol í Kaldbaks kirkju, har teir, sum
kirkjuna smíðaðu, Anno 1835, hava skorið novn síni soleið-
is: novnini eru 8, her skulu bara verða nevnd tvey):
D. P. S. K. F. — J. B. S. K. B. — K. F. merkir Kollafjorður
— K. B. merkir Kaldbak.
Innskriftin má tí verða týtt: D er fyrsti stavur í navni
á einumhvorjum manni, P er forbókstavur faðirsnavns
hansara, S er fyrsti stavur í s(on), og F forbókstavur bygd-
arnavnsins; og koma á henda hátt til tað úrslit, at hesin
steinur er settur til áminningar um mann í Fámjin:
D(......) P(.....s) S(on) F(ámjin).
Hvor ið hesin maður var, sigur steinurin tessverri einki
um, so longur koma vit ikki henda vegin; men tað slepst
neyvan undan, at ymsar sagnir7>8 og skjol4haðan úr bygdini
har menn eru umtalaðir, hvors novn byrja við somu bók-
stavum sum hesum á steininum, renna í huga í hesum við-
fangi. Hetta mál skal tó ikki verða nomið við her, hetta
krevur gjollari rannsóknir, men vit skulu heldur vita, um
steinurin er ikki forur fyri at siga nakað meira.
IV.
Sum sagt er hann funnin í kirkjugarðinum, við tí skuldi
verið náttúrligt at hildið hann vera gravstein (við rúnum)
frá tíðarskeiðinum um, ella stutt aftaná trúbótina. Slíkir
gravsteinar eru kendir t. d. í Svóríki so sum 0. v. Friesen5,
bls. 239, sigur frá: Ánnu pá 1500 talet bruckas icke sá al-
deles sállan runor pá gotlándska gravstenar.
Hetta skuldi so eisini víst á, at kirkjan hevur staðið á
sama staði tá sum nú (sógn er um bónhús á óðrum staði);
og at bygdarnavnið tá var Fámjin, tað ið vit kortini annars
vita.
Áhugaverdur er hann longu sum gravsteinur — eisini