Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 7
Er pílaslagið pálmi innflutt?
13
víkar. At hon var sera rom í gandi, eru allar sagnir samdar
um. Eftir Jakobsen5 bls. 209, skal Marjun hava verið
3 ferðir gift, men tó barnleys. Hammershaimb,16 'bls. 330,
sigur ein son hennara at hava verið bónda í Øravík.
í Jakobsen,5 bls. 90—100, stendur long og sera ævin-
týrilig sógn um, hvussu Ole Larvesen (Ólavur Larvasson)
kemur úr Øravík inn á Strendur (Sjóvar) og gerst bóndi har.
Tað er ilt at hugsa sær, at ein slík flokja av sógnum, sum
hesar um Ola Larvason og Marjun Larvasardóttur (sbr.
Hammershaimb,16 bls. 327 til 330 og Jakobsen,5 bls. 42
—44; bls. 99—101 og bls. 555, bls. 566—567) skulu vera
komnar upp um veruligar persónar tey stórthunđrað árini,
sum liggja ímillum hin sóguliga Óla Larvason (Oluf Lau-
ritzen) og Jens Chr. Svabo, so tað er meira líkt til, at her
munnu eldri sagnir vera blandaðar uppí.
Sagnirnar nema lítið ella einki við pálmarnar ella nið-
ursetingina av innfluttum pílatróum. Tað eru fyrst Svabo og
síðan Landt, sum koma við niðursetingini og innfluttning-
inum av pílum. Sógnin um pálmarnar man helst hava livað
á mannamunni á teirra dógum, tó at hon ikki hevur verið
uppskrivað fyrr.
Nakað álítandi er soleiðis ikki at finna um at Salix
caprea ella Salix phylicifolia er innflutt og niðursett her
»ved Souverainitetens Begyndelse« (o. u. 1660).
V.
Hin sóguligi Ole Larvesen.
Hin elsta tingbókin,12 sum til er, prógvar at ein Oluff
Lauritzón hevur verið lógrættumaður frá 1625 til 1645, og
at sami maður (navnið er ymisliga stavsett: Lauritzen, Lau-
ridsen, Lauridssón, Laresson og Laurittssón. At tað í Fór-
oyum varð framborið Larvessón er samsvarandi framburði-
num av tílíkum orðum i Fóroyum tá í tíðini) varð sýslu-
maður í Eysturoy aftaná Mikkel Joensen, Lamhauge (Mikkj-
al í Lamba).
Hjá A. Degne> stendur sami Olaf Lauritzen sum fest-