Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 28
34
Fornnorront fn verður foroyskt dn
roynt at greina tilgongdina á tann hátt, at aftan á tváljóðið
ou (ella eu) hevur málið mest sum kravt eitt lokaljóð, og
tá ið bn er málinum ókunnugt, er tað broytt til dn, sum van-
ligt var í sagnorðum (av ðn) viðendingini -na. Henda grein-
ingin er kanska ikki bein. Tað er ikki heilt óhugsandi, at
f)ófna og kófna fyrst eru vorðin tounna og kounna, og at
nn síðan er broytt til dn. Vanliga verður nri ikki dn aftan
á ó (og á, ú) uttan í Suðuroyarmáli, men eitt orð ber tó
prógv um, at norðanmálini hovdu sama lyndi, ella beinari
kundu fáa dn av upprunaligum nn aftan á ó. Eg meini her
við orðið, sum fyri vestan eitur ódnur m., og sum t. d. í
Norðuroyarmáli eitur ódn f. (um merkingina sí M. A. Jacob-
sen & Chr. Matras: Foroysk-donsk Orðabók, 1927-28, undir
ódn2); hetta orðið hevur undir liðini á sær eitt sagnorð,
sum eitur at ona. Orðið ódn(ur) má av fyrstu tíð vera eitt
kallkynsorð, sum í hvórfalli æt *ónn, í hvónnfalli ón. Er
hetta beint, og eg ivist ikki í tí (tíverri fái eg ikki her borið
fram prógvini), hevur norðanmál eisini kent ljóðgongdina
nn > dn aftan á ó.
Hesar styttingar eru nýttar av -bókatitlum: BH (orðabók Bjórns
Halldórssonar), Bl. (orðabók Blóndals), Fr. (orðabók Fritz-
ners), LH (Leiv Heggstad: Gamalnorsk ordbok).
Smb. ikortini Tóvdraversió (gandaórindi):
Tóv hart, knúska fast,
saman loypur í tóva,
ikki meira eftir enn ein lóva (t. e. lógva).
og Jákup á Món,-
Toggarnsbuksur fór hann í,
tóvdar upp í tógva.
Hjá Svab-o eisini tóvin (skr.: teuin).
Hetta orðið sigst í Vágamáli nú, í hvussu er eisini at eita
naggatóving. — í S’ (t. e. orðabókahandrit, sum Svabo skriv-
aði í Fóroyum aftan á 1800) er orðið ótódn f. skrivað Eutódn