Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 140
146
Psoriasis í Foroyum
vit, hvussu sjúkan frá oðrum av foreldrunum gongur í arv
til 5 av 9 bornum.
í 3. ættartalvu er eitt av mongum domum um innanættar-
gifting í tilfarinum. Skilligt er, at hjá einum so innibyrgd-
um fólki, har tað í mongum bygdum ikki eru meiri enn
100—200 fólk, vera hjún ofta ógvuliga nær skyld. Umframt
er her domi um 2 psoriasissjúklingar, sum eru hjún, og sum
eiga 3 born: 1 andleyst borið barn, 1 gentu við psoriasis og
1 20 ára gamlan drong, sum higartil hevur verið frískur.
í 4. ættartalvu eru 2 systrar, giftar við 2 broðrum. Vit
varnast um, hvussu sjúkan spjaðir seg hjá báðum.
í 5. ættartalvu hevur ein sjúklingur verið giftur tvær reis-
ur. Báðar ferðir stingur sjúkan seg upp hjá bornunum.
At enda verður sýnd storsta ættarbregðistalvan (6. ættar-
talva) í tilfarinum, tilsamans ikki færri enn 34 psoriasis-
tilburðir í 5. ættarliðum. Storsta afturbregðistalva, ið lýst
er higartil, er Spindlers. í henni vóru 19 sjúklingar.
Sum tað sæst av afturbregðistalvunum er varhugin av vald-
andi afturbregði ikki ógrundaður. Bera vit saman, hvussu
vanligt psoriasis er hjá foreldrum, systkin teirra á lívi og
bornum teirra yvir 20 ár, finna vit ávikavist 21,9 %, 19,4 %
og 17,7 %. Eftir so grovari sammeting hóska tólini tolu-
liga væl saman. Tað er so, at í foreldrabólkinum eru at
finna upp á seg nógv fólk í tí eldra aldursflokkinum, meðan
vit í barnabólkinum finna upp á seg mest fólk í tí yngra
aldursflokkinum. Var fullt valdandi afturbregði, átti sjúkan