Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 104
110
Um toxoplasmosis
var farin til Havnar, varð hon funnin deyð í einari hoy-
loðu og hon hevði ikki lagt. Um sjúkueyðkenni vita vit lítið,
undantikið at hon var rak; men einumhvorjum var eyð-
sýnt, at hon livdi ikki væl. Drongurin og kettan vóru altíð
saman. Hann hevði hana nógv meira á hondum enn hini
húsfólkini. — Kettan í hinum húsinum var fressur. Hann
var lagdur í 1950 og var fast í 1^2 ára gl., tá ið maðurin
í húsinum sjúklaðist. Fressinum hevur ongatíð bilað nakað,
og maðurin var tann, ið hevði hann minnst á hondum. Fress-
urin var aloftast í kokinum, t. e. í tí rúmi, har húsfólkið
vanliga fær sær at eta og annars um dagarnar situr.
Sum fyrr nevnt varð blóð frá konu hins 51 ára gamla
sjúka og frá tveimum av trimum bornum hansara kannað
við toxoplasmosisvísingum á Statens Seruminstitut. Urslitið
var negativt. Skeivt var, at blóð úr fressinum varð ikki roynt
um somu leið. Hetta varð ikki gjort fyrr enn 1% ár seinni,
í mei 1953. Fressurin var tá 3 ára gl. Toxoplasmahvorki-
gerðar-vísingin var tá veikt positiv 1 : 50, og komplement-
bindingarvísingin negativ <1:2. Vísingin var eftir frá-
sogn frá Statens Seruminstitut veik, men at hon var týðiliga
positiv, er ikki ivi í.
Markið ímillum + og -r- við hina fyrru av hesum báðum
royndum man vanliga vera sett við 1 : 10, av tí at vísingar
við hesari styrki verða taldar ógviliga veikt positivar, vís-
ingin < 1 : 10 negativar. Úrslitið var 1 : 50, og tað er
veikt positivt, men tó uttan iva positivt, so vit mugu halda,
at fressurin onkuntíð — eingin kann siga nær — er vorðin
smittaður við toxoplasmosis. Hvort hann so hevur smittað
mannin, vita vit sjálvandi ikki. Eingin kann nú ætla um,
hvussu blóðvísingin hevði verið, um fressurin hevði verið
kannaður, tá ið maðurin sjúklaðist, t. e. 1Y2 ár framman-
undan.
Ókent er honum, ið hetta skrivar, hvussu leingi toxo-
plasmosis-vísingarnar hjá kettum vara, hvort tær nakrantíð
koma í somu hædd sum hjá fólki, og um tær vikna, nær vit
so kunnu vænta, at tær eru heilt horvnar. Ógjorligt er tí til