Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 117
Cholesterol-pleuritis
123
aftur væl í mong ár, fær tó í 1943 tarmalop, sum hann verður
skorin fyri her á sjúkrahúsinum í 1945. Við eftirkanning
av honum á bróstsjúkrahúsinum í Hoydolum hin 4. 6. 1937
verður skrivað: Gjógnumlýsing sýnir sporini eftir pleuritis
sin. (dimt tám yvir vinstra lunga). Blóðkroppafall: 3 mm.
í 1945 verður hann kannaður á sjúkrahúsinum her. Tá verða
enn funnar leivdir av lungnahindarbruna vinstrumegin.
Róntgenmynd sýnir: Hógrumegin er sjónsk lungatekning við
eini klænari pleuritisstriku millum miðblaðið og niðasta
blað.
Vinstrumegin er herðing í kollinum og almyrkur
skuggi frá 6. rivi til lungnafót. Blóðkroppafall: 2 mm.
Pirquet’s vísing: 10 mm breið. Tað varð ikki stungið hol
á lungnahindina og ikki fyrr enn í 1953 verður funnin
cholesterol-pleuritis.
Hann hevði soleiðis »vatn« á vinstra lunga 31 ár eftir
tað, at hann fyrstu ferð var lungnahindarsjúkur.
Frá 4. 3.—4. 4. 1953 liggur hann á D. A. H. Hann
verður lagdur inn vegna vaxandi móði, trongd við gongd,
hosta og svimbul. Onga pínu nakrar staðir. Funnið verður:
63-ára gamal maður, væl í holdum. Hædd: 167 cm, tyngd:
74 kg. Hitin í lagi, men maðurin er ógvuliga trongur og
bláur í andliti, lívæðrasláttur: 80, blóðkroppafall: 15,
hæmogldbinmagn blóðsins 95 %. Lungarannsókn: sterk
doyvđ og óhoyrandi andadráttur vinstrumegin á bakinum.
Hjartarannsókn: við vissu einki óregluligt. Blóðtrýst:
155/105. Elektrocardiogram: negativur Tx. Róntgenmynd
av lungunum sýnir (1. mynd):
Svartur skuggi frá kolli til lungnafót vinstrumegin.
Hjartað_og miðmótið eru skúgvað væl yvir í hógru lið, har
lungað er samantrýst.
Intravenós pyelografi sýnir, at nýruni geva væl frá
sær báðu megin. Har síggjast kálkskuggar oman fyri tindina
vinstrumegin.
Hann verður trongari, men við thoracocentesis við
vanliga tjúkkari nál kemur bert eitt slóð av tjúkkari vætu út.