Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 18
24
Hvat er íslendska orðið naumur?
m. knaphed, korthed, með naumleik, med nod og næppe;
(sparsemi, níska) páholdenhed, karrighed. 5. naumgjófull
adj., karrig, som kun giver lidt, spec. fodrer knapt. 6. naum-
asmíði, hastværksarbejde. 7. naumindi n. pl. vanskelighed,
með naumindum, med nod og næppe, með mestu naumindum
pá et hængende hár. — Fritzner (Ordbog over det gamle
norske sprog, Kria 1886—96) nevnir ikki orðið naumur
adj. ella tílíkt, men Leiv Heggstad (Gamalnorsk ordbok med
nynorsk tyding, Oslo 1930) hevur orðið naumlátr adj.
»nauv, smáleg« (úr Sorla Sogu Sterka), og Jón Lorkelsson
(Supplement til islandske Ordboger, 2. Saml., Rvík 1885)
hevur í uppafturtoku úr bók frá 1634 hjáorðið naumliga
(sáir Jtú Joessu sæðinu n. niðr, J»á sker J)ú so n. upp).
Sum vit hava sæð, er einki av domunum her úr miðaldar-
handriti’. Men í íslendskari skinnbók á kongliga bókasavn-
inum í Stockholm (Pergament fol. 3), sum óprentað er, eru
4 domi um, navfa (t. e. naufa) er nýtt á sama hátt sum
nýíslendskt naumast (og naumt) og foroyskt neyvan adv.
—- Eisini elsta prentaða íslendska bókin, bíbliutýðingin
eftir Odd Gottskálksson (prentað í Roskilde 1540) ihevur
orðsnið við / (og ikki m). Soleiðis stendur (1. Kor. VII,
29: ^Pað seige eg goder brædur / at timenn er naufur«
(Lutber: kurtz, Chr. Pedersen 1531: stacked). Á sama stað
nýtir Guðbrandur Porláksson í síni bíbliutýðing (1584) orð-
sniðið naumur. Um hetta er nóg mikið at vísa á tvey verk:
Jón Helgason »Málið á Nýja Testamenti Odds Gottskálks-
sonar« (Kaupmannáhofn 1929, bls. 322) og Chr. Wester-
gárd-Nielsen »Láneordene i det 16. árhundredes trykte
islandske litteratur« (Kobenhavn 1946, bls. 234). Men eg
skal leggja aftur at, at Jón Helgason hevur sagt mær, at í
benđingarlag og stundum í rættskriving eru hjá Oddi orð-
snið, sum kundu verið málsligir norskleikar.
Eitt er víst, at »naumr« o. tíl. at kalla altíð aftaná 1500
hevur »m« í íslendskum, men í norskum og fdroyskum nú-
tíðarmáli »v«, sum vit brátt fáa at síggja.
í nýnorskum merkir nauv adj. (eisini: nau o. tíl.)»knap,