Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 142
148
Psoriasis í Foroyum
at víst seg hjá 50 % í ðllum trimum ættarbólkum. Vit noyð-
ast tí at geva bilandj framkomu gætur, og kunnu rokna
okkum til framkomuvánina umleið 40 % (6. talva).
Romanus er eisini komin til tað úrslit, at psoriasis verður
arvað valdandi, men finnur fyri Svoríki bert framkomu-
vánina 18,3 %.
Atvoldin til munin millum kanningarúrslit Romanus’ar og
tey, ið her eru logd fram, er kanska fyri ein part tað
ólagaliga veðurlagið í Foroyum og saman við tí kosturin, ið
er ikki hóskandi fyri sjúkuna. Men eisini tann sera vanliga
innanættargiftingin í Foroyum má vera havd í huga. 7. talva
sýnir, at í 6 % av hjúnarlogunum var nær innanættargifting
og í 23,4 % fjarari innanættargifting. Nevnt kann verða, at í
preusiskum býum verður roknað við hjúnarlogum millum
systkinaborn hjá 0,39 %.
Úrtóka. í Foroyum eru fleiri sjúk av psoriasis, enn í
nokrum oðrum kannaðum oki. Sjúkan kemur upp á ungum
árum og verður arvað valdandi við storri framkomuván (um
leið 40 %) enn lýst er í nakrari ritgerð fyrr. Tað má kortini
skilast til, at sjúkan er meinaleys, og einans fá fólk hava í
heilum munandi ampa av henni.
Fegin vil eg takka óllum læknum og heilsumyndugleikum í Fóroyum,
somuleiðis sóknarstýrunum í bygdum, har kanningar eru farnar fram,
fyri stóra vælvild og hjálpsemi móti mær, tá ið arbeiðið varð gjórt.
Serstaka tókk veiti eg hvórjum einstókum í tí landsluti, eg havi
kannað, ikki minst psoriasissjúklingunum fyri blíðskap, hjálpsemi
og áhuga. Uttan hetta hevði rannsóknin verið av ongum.
%/' tCl yfy £***-Ác>
y
-
"7* f fTs
Æ//V 0
rt
'l/* ø/a/? (
( f'/ f'* / cT/ /