Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 22
Fornnorrønt fn verður føroyskt dn.1
Eftir Chr. Matras.
Samtbandið fn verður nú í íslendskum framborið bn, men
í mongum norskum málum og í svenskum verður sagt mn,
í summum norskum málum, í foroyskum og í donskum vn
(ella wn). Men í foroysku orðunum kódna v., kódn f., tódna
v., tódn f. verður nú sagt dn, har fornforoyskt eigur at hava
havt fn.
Av málrót, sum av fyrstu tíð merkir »knúska, knoða,
trýsta saman«, hevur íslendskt mál í forntíð og nútíð navn-
orðið f>óf n., sum nú hevur hóvuðsmerkingina »tóving«,
men sum í dómum úr fornmáli (sí Fr. og Cleasby-Vigfússon)
merkir »treinging, trongd« o. tíl. Eftir Bl. merkir f)óf: »valk-
ning (BH: fullonica), tój som valkes; langsommeligt ar-
bejde (BH: labor vilis et assiduus); uafgórende trættende
kamp, trækken i langdrag« o. s. fr. Hevði orðið verið til í
nýfóroyskum, hevði tað itið *tóv ella *tógv (sbr. kóv ella
kógv n.). Einasta hvórkikynsorðið í fóroyskum, sum eitur
tógv er annað orð (ísl. tó n.) — í norskum er orðið, ogeitur
tað har tov n., sum Aasen týðir soleiðis: »valkning, sammen-
filtning, sásom af uld eller uldtøj; filt, sammenvalket tój«
(hetta seinasta sýnir helst samanbland av tov n. og tove m.,
sí seinni).Aasen nevnir eisini eitt hvórkikynsorð við o
(sjálvljóðið í sagnorðinum tóva): tóv n. »valkning, sammen-