Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 19
Hvat er íslendska orðið naumur?
25
knibende; især om vind, som man fár næsten imod sig, sá
at man má luve hoit for at benytte den til sejlads; karrig,
gnieragtig, smálig, nojeregnende i smáting« (Aasen: Norsk
Ordbog, Kria 1873). Umframt hesar merkingar hevur Ross
(Norsk Ordtbog, Kria 1895): »knap, utilstrækkelig; for-
sigtig til at forsyne sig; nojagtig, noje tiltræffende, noje«.
Báðir Norðmenninir hava eisini samansetingar, sí bokur
teirra og Torp (Nynorsk etymologisk ordbok, Kria 1919).
Hvorkikyn nauvt verður nýtt sum hjáorð (»knapt, knibende;
knap, neppe, med vanskelighed; strengt, nojagtigt« o. tíl.),
og nauvlege adv. er sagt at merkja »noje, nojagtigt, grandt«.
Eisini norsk »bókmál« nýtir orðið, skrivað nau (sí. t. d.
Norsk Riksmálsordbok) »knap; karrig« eisini um vind (nau
vind,).. Orðið, sum eisini helst er til í donskum dialektum,
er hildið at vera komið úr niðurtýskum (No. Riksmálsord-
bok).
Nú er eftir at nevna orðið í foroyskum máli. Lýsingar-
orðið eitur neyvur, og í orðabókini hjá Svabo (t. e. frá o. u.
1773 til o. u. 1810) hava vit merkingarnar: »knap, skral
(om vind), oibliqvus« og »karrig, præparvus«. Hesar merk-
ingar eru til enn, soleiðis at orðið er nýtt bæði um tað, sum
er í minna lagi, og um tað, at maður er natin ella pírin, og
í sigling verður tað mest nýtt í samansetingini neyvasigling8
(t. e. »bi-de-vind«-sigling). Hvorkikynið neyvt merkir
»nojagtig, noje«, men eisini við hvort »knapt, næppe«
(= neyvan). Vanliga hjáorðið er neyvan »knap, næppe, vix«
(Svabo).
Tá ið vit líta at merkingunum í íslendskum naum-, sum í
eldri íslendskum skriftum sýnist at hava havt sniðið nauf-
og bera tær saman við merkingarnar í norskum og foroysk-
um, er tað meira enn trúligt, at naumur, nauv og neyvur
eru sama orðið, og at ra í íslendskum er komið av »f«, eins
og ísl. skúmur er komið av skúfr og for. oman av ofan.