Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 35
41
Rúnarsteinur í Fámjin
Viðvíkjandi tíðarfestingini sigur hann, at hesar rúnir,
eftir eyðkennum teirra, eru »yngre end den egentlige rune-
periode i middelalderen«, og at teir í Noregi hava steinar
við sovorðnum innskriftum sum hesa »fra tidlig efterrefor-
matorisk tid«.
2. regla. Stavirnir í aðru reglu eru, sum nevnt, 4 og eru
vanligir latínskir stavir; triðji er nakað máaður, men
kortini lesandi, og vit lesa her:
D P S F
Her er eingin ivi um at fyrsti stavur er d; tá ið allir hinir
stavirnir eru teir somu í báðum reglum, er óivað góð grund
at halda eisini teir fyrstu vera tað; og tí fyrsta rún er beint
lisin sum ein stungin d rún.
At annar stavurin á myndini tykist at hava tvær bungur
er av tilvild; steinurin er bara soleiðis máaður, við kanning
á steininum sjálvum er greitt, at her er hogt P.
Hví her eru hogdir somu stavir við latínskum bókstavum
og rúnum, er óvist, men hetta kann væl vísa, at steinurin,
soleiðis sum vit sóu við rúnarkanningunum, er heldur ungur.
Tað skal kortini verða sagt, at í hinum Norðurlondum
hava vit úr miðold steinar við innskriftum bæði við rúnum
og oðrum stavum (majusklum j3’6; og innrit við latínskum
stavum saman við rúnum5.
3. regla. Har eru skovur eftir nokrum nú ólesandi stav-
um; um hetta eru rúnir ella annað er ikki at siga. Hin sein-
asti kann so dánt hómast og man helst vera eitt 3 tal ella
heldur eitt 8 tal. Havi vitað um tað ber til at lesa regluna
sum ANNO, men haldi kortini her heldur hava verið árstal.
III.
Spurningurin verður nú, hvussu innskriftin eigur at verða
týdd, tá ið, sum her, bara 4 stavir eru um at gera.
Tað vil so til, at teir í Noregi, sum frammanundan nevnt,
hava steinar við somu innskriftum, sum teir hava týtt so-
leiðis, at fyrsti stavur er fornavn á manni, annar og triðji
siga hvors sonur hann er, og fjórði er staðarnavnið.