Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 44
50
N ólsoyarf undurin
mynd), hetta eru o. u. 18 m. Økið, har grivið var á botn,
sæst við jarðlogum tilskilaðum á 2. mynd.
Niðast er hella (a), hon gongur við lítlum halli oman
móti sjónum. Tilfarið í helluni er sama slagið, sum sæst
um alt eiðið: hetta er gosillska ovast úr einari grótflógv.
Niður á helluna liggurein móflógv (b), hetta er tægingur
ella myldingskendur tægingur, leivdir av tara síggjast í
honum; flógvin er 35—32 cm til tjúkdar. Hesin mógvur
tykist í ovaru helvt av grovini at vera órørdur, ongar leivdir
vóru at finna og einki sást til, at hann var umgrivin. Niðasti
partur av mónum var eyrur.
Niðast í móflónni, niður móti helluni varð funnin ein
viðabulur og nokur sprek.
Tá grivið verður, skilir hin gamli svorðurin seg skilliga
frá sum ein lind av samantrunkaðum grasleivdum og tílík-
um gróðri.
Tað man vera beinast at nevna lagið oman á mónum (c)
mókenda ífyllu. Hon er dokklitt 95—99 cm til tjúkdar, og
tilfarið í henni nakað ymiskt; stundum er hon leirkend og
stundum meira sandkend. í hesari ífyllu sæst malargrót,
ymisk djórabein og hópur av træsprekum við hóggmerkjum
eftir hvóssum eggjarni. Eisini í hesari flónni sóust leivdir
av tara og einstók skeljabrot. Tættast vóru viðasprekini í
ovara parti av flónni. Gamlan svðrð sást einki til ovast í
hesari flónni.
Omaná ífylluni eru 74—85 cm av áburði (d,), eyrur,
smágrót og leir og ovast er so nýggjari áburður (e), 15
cm av eyri, leiri og royðugróti.
Sum tað sæst á 2. mynd, skiftir henda lagskipan vestur-
eftir. Her er tað skilligt, at grivið hevur verið á botn fyrr,
og man hetta hava verið um miðjuna av seinra parti í
fyrru óld, tá hin gamli vegurin varð gjórdur úti á Malar-
enda. Bæði á norður og suðurvegginum í grðvini sæst
skilliga, at flógv c og flógv b vóru gjógnumskornar á botn
eftir eini beinari striku og ífylla koyrd aftur í. Niður ímóti
helluni er her vestantil í gróvini brúnlig mójórð, hon er