Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 115
Cholesterol-pleu ritis
Eftir P. Dahl.
Einum lækna, sum fleiri hundrað ferðir hevur sett hol
á lungnahindina og annaðhvort hevur funnið vatn ella blóð
ella vág, er tað ein hvokkur at raka við eitthvórt heilt nýtt.
Vatn á lungunum hevur verið ein so vanlig sjúka í Fóroyum,
í flestu fórum vegna tuberklasjúku, at ikki minst sjúkrahús-
læknar hava haft mangar slíkar tilburðir undir hond.
Aftaná tær atgerðir móti tuberklum, vit hava haft
tey seinru árini, er pleuritis um at vera horvin av sjúkra-
húsunum.
í vár funnu vit, tá ið vit stungu hol á lungnahindina á
einum 63-ára gomlum manni, sum lá her á sjúkrahúsi-
num, Dronning Alexandrines Hospital, eina móreyða,
vætu, sum við kanning undir sjóneyku hvórki sýndi hlóð-
kroppar ella tumorkyknir. Omaná svumu feittdropar og
annars vóru hert at finna glitrandi smákorn, rhomboidar
krystallir og slintrur.
Við eina stakhending kom samstundis ritgerð eftir
Christensen og Andreasen (1953) um cholesterol-pleuritis,
og beinan vegin var okkum greitt, hvat ið vit hóvdu funnið.
Hetta mundi vera ein cholesterol-pleuritis.
Sjúkusógan er í stuttum henda:
í 1914, 24-ára gamalur, fær sjúklingurin vatn á
lunguni og liggur sjúkur í 1/% ár. Áður hevur hann ikki
haft aðrar sjúkur enn vanligar barnasjúkur. Hann livir