Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 30
Rúnarsteinur í Fámjin.
Eftir Sverra Dahl.
Inngangur.
Her skal verða greitt frá einum lítlum rúnarminni suðuri
í Fámjin, Suðuroyar sýsla.
Tað er í grundini undrunarvert so fá rúnarminni eru í
Foroyum samanborið við, hvat teir í hinum Norðurlondum
hava; undrunarvert, tí at rúnirnar og alt, sum til tær hoyrir,
er ein týdningarmikil partur av fornu felagsmenningini í
hesum londum. Tí mega vit loyva okkum at halda, at eisini
Foroyingar hava verið konir í hesi list, og at rúnarminni,
úr steini og úr viði, hava verið væl fleiri enn tey, vit nú vita
um at siga. Hetta tora vit at halda, tí okkum kunnigt eru
fleiri sovorðin horvin, og tí at vit tessbetur enn eiga einstok
eftir.
Tey rúnarminni av tí slagnum, sum tald kunna verða
millum rúnarsteina, og sum higartil hava verið almanna
kend, eru Kirkjuboarsteinurin10, ið fyribils er tíðarsettur
til o. u. 850 og Sandavágssteinurin1, ið er tíðarfestur til
o. u. 1200. Hvorgin teirra er prýddur við myndum ella
oðrum, sum so mangir aðrar staðir, men so fátæksligir, teir
sýnast, so bera teir tó boð um, at rúnir vórðu ristar her í
víkinga- og miðóld; og tó at innskriftir teirra eru fáorðaðar,
siga tær kortini ikki so lítið um sógu og um mál okkara.