Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 9
Er pílaslagið pálmi innflutt?
15
oyggjum er hesiu pílur funnin. Har seyður og stórdýr híta,
verður hann sum annar gróður, krypilsligur, men har hann
fær frið, veksur hann hóast krókutur í 1—2 m hædd og legg-
irnir verða 3—5 cm í tvormát.
Hesi eru tey fremstu vakstrarlendini:
1. Eysturoy, á Strondum og við Toftavatn.
2. Streymoy, í Hvalvík, í Kvívík, við Sandá, á Svína-
ryggi og við Landsbókasavnið (fluttur úr Hvalvík) í Tórs-
havn.
3. SancLoy, í Traðarhamri á Sandi.
4. Suðuroy, við Øravík.
5. Kunoy, við býlingin Heima í Húsi.
6. Vágar, við Leitisvatn, á Norðtriðingsmýrum og í
Miðvági (fluttur av Norðtriðingi).
Ivaleyst veksur hann enn víðari um landið. Eftir hvat
Mikkjal á Ryggi sigur frá, hevur hann sæð henda sama píl
vaksandi Uttanhús í Vágum.
Hetta var um S. phylicifolia omaná jorð; men harum-
framt er hesin pílur funnin í móglogunum undir svorðinum
á fleiri stoðum, og er hetta fullgott prógv fyri, at hann hev-
ur vaksið í oyggjunum, ið hvussu er nókur túsind ár.
Fyrstu ferð, ið rakt var við leivdir av S. phylicifolia í
mógvi, var ein grefstur í Vágsbotni 1921.11 Síðan er sami
pílur funnin o. u. 100 cm undir svórðinum í Skálavík.10
Síðst hevur /. DalsgaarcL rakt við pílagreinar ásýniliga
tjúkkar í torvheiðum í Hoyvík. Tær eru av sama slag; men
annars er hesin síðsti grefstur ikki kannaður til fullnar enn.
Ivaleyst man vera at finna leivdir av pílavókstri víðari
um, tá ið grivið verður.
Ymis staðarnóvn tykjast eisini at benda á, at har í forð-
um hevur verði viðavókstur, um hann ikki longur er omaná
t. d. Pálmagil vestantil á Kallsoy og Kjarrdalur á Sand-
oy.10
Har sum góðar móflótur eru, er ofta nógv viðja í mó-
num. Higartil hevur tað verið hildið, at allar hesar viðjur