Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 42
48
Nólsoyarfundurin
II.
Tær kanningar, sum nú skal sigast frá, fóru fram í døg-
unum 11.—13. august 1953. Tað var Nólsoyar Forn-
grefstrarfelag, ið hevði fingið hesar kanningar í lag, og
bar felagið allan kostnaðin av sjálvum grefstrinum. Fram-
haldandi kanningar vóru gjørdar á Føroya Fornminnissavni
og Fóroya Jarðfróðisavni.
Malarendi er lendi vestantil á Nólsoyareiði, frá ánni og
suður á tangan. Hvussu hetta lendið fyrr hevur verið vorðið,
• í! ;Í;, |S
1. ljósmynd. Malarendi sæddUr norðan.
Malarendi looking south.
skulu vit gita um seinri; men nú gongur vegur allan vegin
suður við strondini, og er hetta vegurin, gjørdur varð í 1926.
Niðanfyri vegin er stoyptur sementgarður, um leið 2 m
hógur og uttanfyri hann gongur mol oman móti sjónum.
Ut frá landi eru har tvær hellur, Malhella og heimara Mal-
hella, einar 30 m eru millum hesar hellurnar (1. ljósmynđ).
Eftir frásøgn teirra, ið enn vistu at siga frá vegarbeiðinum
í 1926, vóru flestu beinini funnin beint undir, har garð-
urin nú er, og beint uttanfyri. At grava uttanfyri var ikki
gjørligt hjá okkum, staðið liggur undir flóð, og bæði hava
brimið brotið upp og fólk grivið á staðnum síðan fyrra
fundin. At bróta garðin av og leita heimeftir bar heldur