Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 15
Hvat er íslendska orðið naumur?
21
sum í fornmáli æt skúfr2, soleiðis at hesin fuglurin nú altíð
eitur skúmurs í íslandi. Hetta skiftið (»f« verður »m«) er
heldur gamalt í íslendskum, tað síggja vit av tí, at manns-
navnið Skúfr (óivað av fyrstu tíð sama orðið sum fugla-
navnið, sí Nordisk Kultur VII, 45) verður í Flatoyarbók
(o. u. 1390) skrivað við m-i (sí Skúfr og Skúmr4 hjá E. H.
Lind, Norsk-islandska dopnamn, 1905—1915). Hví ís-
lendskt mál (á 14. øld og seinni) hevur skúm(u)r, og ikki
skúf(u)r, er ilt at siga. Trúligt er, at lyndi til at gera varra-
ljóð skilligari, eitt nú framman fyri hvorsfallsendingini -s,
hevur volt broytingina. Annars eigur at verða nevnt her, at
orðið skúfur, tá ið tað merkir »kvast, dusk« o.tíl. (Blondal),
hevur /, ongantíð m. Hava Islendingar viljað gjort mun ímill-
um hetta orðið og so fuglanavnið, á sama hátt sum Foroy-
ingar hava gjort mun ímillum orðini ond ’andi’ (norskt ond,
ísl. ónd) og ont »villidunna« (norskt ond, ísl. ónd) ? Vit vita
tað ikki, men úrslitið er í hvussu er tað, at forníslendskt
skúfr eitur skúmur, tá ið tað er navn á fuglinum (og fyri
ein part, tá ið tað er mannsnavn), men annars skúfur.
Vit venda okkum nú aftur at orðinum naumur, sum er
hovuðsevni okkara.
í bók síni »Um frumtungu Indógermana og frumheim-
kynni« (Rvk. 1943, bls. 79) sigur Alexander Jóhannesson,
at naumur adj. er komið úr frumsniðinum ^narwuma- (av
rótini (s)ner-), og honum fylgir Halldór Halldórsson í
»Stafsetningaorðahók« (Akureyri 1947), har naumur er
sagt at vera upprunaligt *narbumaR ella *narwumaR). Tað
er eyðsæð, 'hvaðan íslendingarnir báðir hava hesa greining,
teir fylgja Adolf Noreen, sum á fyrsta sinni setti fram
hugsan sína í Arkiv fór nordisk filologi VI (1890), bls. 305.
Ritgerð Noreenseitur »Nágra fornnordiska judlagar« (303-
339), og er fyrsti partur av henni um burturfall av r í sam-
bandinum (wr og) rw. Fyrsta dómið, ið nevnt verður, er
mannsnavnið Polfr (sama navn sum fornnorrónt Pórolfr),
sum hann sigur koma av eldri sniði Pórwolfr. Síðan kemur
greiningin av íslendska lýsingarorðinum naumur »trongur«,