Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 95
Um toxoplasmosLs
101
hennara soleiðis lýstar, uttan at hann, ið lýsti, visti hvor
sjúkan var. Sanna náttúra hennara varð ikki avgjord fyrr
enn í 1948. Sjúkuavgerðin toxoplasmosis varð í Danmork
gjord fyrstu ferð av /. P. Sjolte2 í 1947 við at skera upp
hund. Frumkyknan varð ávíst í litaðum tunnflísum.
Hin 15. februar 1948 kom aftur ein ritgerð eftir M.
Christiansen^; hann hevði í tíðarskeiðinum 1. jan. 1935—
31. dec. 1947 gjort rannsóknir við 2411 harum, tær flestu
sjálvdeyðar. Av teimum sýndu 211 — 8,75 % tær sjúkligu
likamsbroytingar, sum eyðkenna toxoplasmosis. Hjá 21 av
hesum 211 dýrum varð snultarin ávístur í histologiskum
tilbúningum úr eitlum, sum broyttu av, og úr livur, milti
og lunga.
Nakrar fáar dagar seinni — hin 26. febr. 1948 — kom
H. Boesen4 fram við fyrstu donsku ritgerð um sjúkuna hjá
fólki: »Et tilfælde af kongenit toxoplasmose«. 5 mánaðir
seinni — juli 1948 — varð prentað 3. ritgerð eftir M.
Christiansen5 um innáborna toxoplasmosis hjá harum.
Hann prijaði inn í 5 harur rórt hold frá ígjórdum músum,
sum Statens Seruminstitut hevði latið honum. Harurnar
doyðu eftir 7—8 dógum. Við uppskurði vóru hjá óllum
funnin eyðkenni fyri toxoplasmosis, og snultarar vórðu lætt-
liga ávístir hjá teimum óllum.
Sjúkligu likamsbroytingarnar við haru-toxoplasmosis eru
so, uttan at nakar í grundini visti tað, kendar og lýstar í
Danmðrk síðan 1935. Eitt serligt slag av somu sjúku hjá
fólki, toxoplasmosis í teimum atkomandi eitlunum, hevur
á henda hátt verið kent av Fridtjof Bang síðan 1942. Lýs-
ingin av hesum eitlabruna er kortini ikki komin fyrr enn
nógv seinni: í 1951 og 1952 eftir Siim6,7 og í 1953
eftir Fridtjof Bang*.
0. u. 1948—49 fór Siim á Statens seruminstitut undir
reglubundnar rannsóknir av blóði, sum sent var til rann-
sóknar frá sjúklingum við hita av ókendari orsók. Hann
nýtti meinlíkan arbeiðshátt og tann, sum dr. Martin Kristen-
sen9 í 1927 nýtti við so góðum úrsliti við rannsóknum