Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 4
10
Er pílaslagið pálmi innflutt?
Paa samme Sted, hvor Skibet blev bygt, plantede han
Piile (Pálmi).« —
Sum vit síggja, er ikki eitt orð hjá Svabo um, at pálmin
er fluttur frá Noregi, bert um at hann er niðursettur, har
skipið varð bygt. Einki er heldur gitið um, at pálmin var
niðursettur fyri ella aftaná noregsferðina.
Sum áður nevnt nevna bæði Svabo og Landt pálman
Salix caprea, sum man vera S. phylicifolia. Um tað nú má
haldast at vera ivaleyst, at hetta pílaslagið er upprunaligt í
Foroyum, so kann tað tó eisini vera innflutt seinni; men
tað eru tó ring líkindi til, at hesin nevndi Ole Larvesen
júst skuldi velja sær hendan vokstur úr Noregi, tí í fyrsta
lagi mátti ein sýslumaður, sum víða ferðaðist, hava sæð
hesar »pálmar« vaksandi heima, og í oðrum lagi er S.
phylicifolia ikki vanligur fram við sjóvarstrondina um
Bergensleiðina.
Sognin um, at pálmarnir eru fluttir úr Noregi, hevur
tó livað í Foroyum til hendan dag. Av hovundum, sum sipa
til hennara, skulu vit nevna: Landt,2 Rostrup,4 Jakobsen,5
A. Degn{'' og Botany of The Færóes.7
Eftir sognini skal ein systur Ole Larvesen, Vísa Marjun
í Øravík hava sett niður teir pílar, sum vaksa vesturi í
Pálmsskógi.
Viðvíkjandi Salix caprea, so hevur hesin pílur aldri
verið upprunaplanta 'í Foroyum, til tess eru eingi tekin
funnin; hon er einans funnin sum niðursett í górðum, eins
og mong onnur viðaslóg. Nær hesin pílur er innfluttur og
niðursettur eru eingi fullgóð prógv fyri; men eftir sum
Svabo skrivar, at Ole Larvesen var fyrsti maður ið setti
niður tró í Fóroyum, kann tað ikki hava verið fyri hesa
tíð.
Táið pálmanavnið má ætlast at hava verið komið minst
eini 150 ár fyri hesa tíð (sí omanfyri) má tað vera Salix
phylicifolia ið hevur fingið navnið pálmi, tí hann var nógv
tann stórsti pílur her á landi vaks.
Eitt annað mál er at S. caprea eisini fekk pálmanavnið,