Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 56
62
Rannsóknir um reyðblóðkroppanoringina
bæði frá fjallarannsóknarferðum og sum úrslit av djóra-
royndum.
Samsvarandi frágreiðingini frá hini víðagitnu Peruferð-
ini (Barcroft o. fl. 1923) oktust hemoglobinvirðini so mun-
andi, at í hvórjum ml av blóði var meiri súrevni hógt til
fjalls enn niðri við sjóvarmálan, hóast minkandi mettu í
blóðinum og hóast skapningarnir beinleiðis liðu undir súr-
evnistroti. Cambell (1927) slepti ópum, kaninum, rottum
og músum inn í undirtrýstkómur samsvarandi 10.000 metra
fjallahædd. Djórini læt hann síðan liva undir hesum um-
stóðum í 33 dagar; hann tók blóð úr teimum og kannaði
eftir, hvussu vorðið var við reyðblóðkroppunum og hemo-
globinnógdini. Aftaná byrjandi minking sýndu úrslit hans-
ara ðking bæði í reyðblóðkroppatalinum og í hemoglobin-
virði. Ymist hevur verið gitt um tilgongdina við hesum
fyribrigdi.
Kracke (1937) greiðir frá úrslitunum frá fleiri fjalla-
rannsóknarferðum, og heldur hann, at ókingin av reyðblóð-
kroppatali og hemoglobinvirði helst man vera onsakað av
minkandi blóðvæti, og tað sama halda Asmussen og Nielsen
(1945).
Burker og hjálparmenn hansara (1913) halda, at tann
bráða óking av reyðblóðkroppatalinum, sum hendir beinan-
vegin, tá komið er upp í stórar hæddir, kemur av, at blóð-
goymslurnar tðmast, og longur skapningur dvðlst í fjalla-
lendinum, skjótari vindur virkisfýsnið í tí reyða blóðmerg-
inum uppá seg.
Sabin (1922, 1928) hevur atfinningarsamt handfarið
nógvar djóraroyndir og rakti við beinmergovurvókstur hjá
kaninum, sum settar vóru í undirtrýstkómur, og fær hann
tað burtur úr tí, at tað má vera tað lága súrevnistrýstið, ið
er atvoldin til stórri virkisfýsni í beinmerginum.
Carnot og Deflandre (1906), Gibelli (1911) og Muller
(1912) siga allir, at í sveitavatni hjá djórum, sum hava
blóðtrot, gerast blóðskapandi evni, og at hesi evni eru virk-