Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 62
68
Rannsóknir um reyðblóðlkroppanoringina
burturúr klárur, beint áðrenn hann verður nýttur. Tað sein-
asta, sum eftir er av lognum, verður stoytt burtur. Sjálv
litingin fer fram á henda hátt:
1) Tríggjar minuttir í metylalkoholi við ongum aceton,
verða tilbúningarnir festir á glarplátuna.
2) Táið metylalkoholið er stoytt av, verða tilbúningarnir
í 2 minuttir settir í hetta bland:
50 ml av May-Grunwald litingarlogi.
10 ml av Sðrensens fosfatblandi (pH 6.5).
50 ml av glar-đropadrivnum vatni.
3) Táið av stoytt er og sogið av við tromina á glarplátuni,
verða tilbúningarnir í 10 minuttir settir í hetta bland:
7 ml av Giemsa litingarlogi,
10 ml av Sorensens fosfatblandi (pH 6.5),
100 ml av glar-dropadrivnum vatni.
Logurin verður stoyttur av, skolað verður við 10 ml av
Sorensens fosfatblandi (pH6.5) + 90 ml av glar-dropadriv-
num vatni, og vit fáa vakran ljósareyðan lit. Hetta tekur
okkurt um 3 minuttir. Síðan verða tilbúningarnir turkaðir
millum fleiri flóur av sílupappíri.
3. Lýsing av royndartilgongdini.
Til allar royndirnar verður nýttir kaninmergur. Úr ovara
enda á báðum lærleggjunum verður sogin o. u. 1 ml av
mergi, meðan kaninin liggur í djúpari eturdoyving. Merg-
urin verður rordur saman við 14 ml av citrat-Ringerlogi.
Úr somu kanin hava vit dagin frammanundan tikið o. u. 30
ml av blóði til sveitavatn. Hesin blóðmissur gevur sjálvandi
kaninini blóðtrot, og moguliga er mergurin av tí vorðin
virki.n, men tað ger einki fyri hesa rannsókn, tí hvór tikin
vertur av mergi verður samanborin við ein fyrisettan vert.
Mergurin, sum rordur er saman við ciírat-Ringerlógnum,
verður senduskildur í senduskiljuglasi við spískum botni