Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 37
Rúnarsteinur í Fámjin
43
teir eru fáir her í Foroyum frá eldri tíð — við at vera vitnis-
burður um, at menn í Fámjin tá vóru so mentaðir, at teir
heiðraðu minni teirra farnu á henda hátt. —
Bara hetta gevur okkum ein glotta inn í lívsviðurskifti
teirra í bygdini, og væl aðrar staðir í Foroyum við, um
hetta mundið. Hesir menn hava dugað skrift, bæði rúna og
latínska; ein frásogn, sum er verd at geva gætur, tí at hon
vísir, at teimum hevur verið torvur á og áhugi fyri hesi list.
Skal so vera, krevst eitt minstamát av andiligari menning,
og at lívskorini hjá monnum eru so mikið trygg og góð, at
teir fyri ein part eru leysir og fríir av stoðugum stríði fyri
tí mest neyðuga og átroðkandi til síni og seg. Hetta ber so
í sær, at teir eiga eftir megi og stundir at hugsa um og fáast
við mál, sum liggja uttanfyri dagligt strev á landi og sjógvi,
hava virðing og áhuga fyri tí farna, teimum farnu, og fram-
tíðini.
Men fram um alt sigur hesin steinur okkum, at teir hava
dugað rúnir, at rúnarkunnleikin hevur hildið sær livandi
í Foroyum frá o. u. 850 (Kirkjubo) um (Sandavág) o. u.
1200 og til Fámjin o. u. 1550—1600 árini.
At vit í Foroyum og í eini so fjarskotnari bygd sum
Fámjin serliga, kundu væntað at funnið rúnir varðveittar
upp í tíðina, skuldi verið náttúrligt, men so hovdu vit væntað
at funnið tær í einumhvorjum eldri sniði; so er tó ikki, hesar
rúnir okkara hava sama snið, sum tær nýttar vórðu í Norður-
londum í seinraparti av miðolđ og í nýggari tíð, og sigur
hetta greitt, at Fóroyingar, Fámjiningar í minsta lagi, hava
haft samband við grannar sínar eisini í hesum tíðarskeiði,
ikki bara handilssamband, men eisini menningarsamband,
sum teir ikki eina hava notið, men nýtt í verki.
Samandráttur.
Vit hava í Fámjin ein lítlan stein við rúna- og latínska-
stavainnskrift, sum samsvarandi sniði rúnanna verður tíðar-
festur til o. u. seinra helming av 1500-árunum ella eitt
sindur seinri.