Fróðskaparrit - 01.01.1953, Blaðsíða 8
14
Er pílaslagið pálmi innflutt?
ari til 5 merkur á Skála 1613—31, 4 merkur við Sjógv
(Strendur) 1628—42 og 4^/2 mórk við Sjógv (Strendur)
(1628—29).
Hendan mann sigur A. Degn6 at vera sama mannin,
sum setti niður pálmarnar á Strondum (hann sipar til
Landt).
Eftir festararóðini hjá A. Degn eru líkindi til, at hesin
sami Oluf Lauritzen er sonur fyrrverandi festara á Skála,
Lauritz Ellingsen. Eisini ber tað at sama borði, at Oluf tekur
hæði við festunum og við lógrættusessinum eftir Lauritz;
men hesir bókfestu veruleikar eru í sterkasta mótstríð við
sagnirnar. í teimum skjólum, sum enn eru kannað, finst
einki um Noregsferðina, líkalítið finst nakað um pálmarnar
ella hina tiltiknu systrina Marjuna í Øravík.
Hesin Oluf Lauritzen er eisini tann Ole Larvesen, sum
tekur við sýslumannsembætinum eftir Mikkjal í Lamba.
Teimum hevur eisini 'horið saman í einari Hvalvíkargrind
um ein hval, so at sakarmál kom burtur úr (sbr. tingbókina
elstu12).
Sum her sæst, er lítið farandi eftir sógnunum.
VI.
Salix caprea og Salix phylicifolia.
Síðst skal verða sagt eitt sindur um hesar báðar plant-
ur, sum pálmanavnið er heft við í Fóroyum.
At Salix caprea er flutt inn til landið í sóguligari tíð,
kann eingin ivi vera um. Hetta træið veksur bert inni í górð-
um og er aldri funnið úti á víðilsi. Heldur ikki eru nakrar
leivdir funnar eftir tí, í jórðini, har grivið hevur verið. Um
tað nakrantíð hevur verið nevnt pálmi av fólki í Fóroyum
er ivasamt.
At Salix phylicifolia er upprunaligur vókstur í Fór-
oyum er líka so ivaleyst. At hetta træið hevur verið og er enn
nevnt pálmi er ein royndur lutur. S. phylicifolia veksur á
víðilsi víða um landið, og má eita vanligur vókstur. I 6